Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fýra ítróttagreinar verða lagdar afturat Skúlaleikum í ár

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.08.2024 - 07:38 Ítrottur Tíðindaskriv

Seinastu trý árini hava Skúlaleikir savnað ítróttalærarar og næmingar frá miðdeildum til “felagsskap og rørlsugleði”. Og fjóðra árið á rað bjóðar Ítróttasamband Føroya Skúlaleikir til miðdeildir kring alt landið.

 

 

Endamálið við Skúlaleikum er at kveikja til rørslu - eisini uttanfyri skúlatíð. Hetta gera vit við at geva ítróttalærarum hugskot og tilfar til ítróttatíman, og næmingarnir fáa ítróttaligar upplivingar, har tey royna nýggjar ítróttagreinar, og har tað snýr seg um at arbeiða saman sum flokkur.  

Vit eru stolt av at kunnu bjóða fýra nýggjar skúla-ítróttagreinar afturat til komandi skúlaár, soleiðis at tað nú eru 10 ítróttagreinar íalt við í Skúlaleikum fyri miðdeildir.

 

 

Borðtennis, tennis, bogaskjóting og hondbóltur eru nýggjar greinar. Meðan flogbóltur, frælsur ítróttur, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi framvegis eru við í Skúlaleikum. 

Tá ein flokkur verður meldaður til Skúlaleikir, bjóðar ÍSF í samstarvi við sambondini skeið fyri lærarunum og undirvísingartilfar til ítróttatíman. Hartil bjóða vit eina skúlavitjan til hvønn flokk, og allir flokkar fáa eisini í boði at luttaka á spennandi undanstevnum kring landið.

Tilmeldingarfreistin at melda flokkar til Skúlaleikir er tann 1. september 2024. 

Skráin fyri skúlaárið 2024/25 er hendan: 

  • Fram til 1. september: Tilmelding
  • 13. september: Skeið fyri ítróttalærarum 
  • September - feburar: Skúlavitjanir á skúlum kring landið
  • Mars/apríl 2025: Stevnur kring landið

HER ber til at melda ein flokk til Skúlaleikir 2023/24.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…