Lýsing
Lýsing
Lýsing

Intra keypir Kodio og styrkir sína støðu á KT-marknaðinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.08.2024 - 16:10 Tíðindi Vinna

Kundarnir hjá báðum feløgum kunnu vænta sær betri tænastur og nýskapandi KT-loysnir, sum bæði nøkta tørvin hjá verandi kundum og skapa nýggjar møguleikar.

 

Intra heldur fram at víðka um sítt virksemi, og nú hava Langgaard-brøðurnir keypt Kodio, eina av Føroya fremstu fyritøkum innan heimasíður og sniðgeving. Hetta keypið er ein týðandi partur av strategisku ætlanini hjá Intra, sum hevur sum mál at gerast ein av leiðandi KT-veitarunum, bæði á heimamarknaðinum og í útflutningi av KT-tænastum. Við hesum uppkeypinum tvífaldar Intra starvsfólkahópin, eitt avgerandi stig á leiðini móti hesum máli. Eftir uppkeypið verða 18starvsfólk á lønarlistanum hjá Intra.

Intra flytir sítt virksemi til hølini hjá Kodio á Strondum. Hetta leggur lunnar undir at sameina styrkirnar hjá báðum feløgunum og skapa eitt sterkt, samansjóðað felag, ið miðvíst kann arbeiða móti felags málum. Uppkeypið gevur møguleika fyri at leggja størri dent á at menna heimasíður og KT-loysnir til bæði føroyska og útlendska marknaðin, umframt at bjóða loysnir innan samleika og grafiska sniðgeving.

Jógvan Andersen, fyrrverandi stjóri og eigari av Kodio, hevur samstundis valt at seta pengar í Intra. Jaspur Langgaard, stjóri á Intra, fegnast um, at Jógvan framvegis verður partur av Intra-toyminum – nú sum eigari. “Jógvan er bæði nærlagdur og framskygdur – og vit eru sera fegin um, at hann framhaldandi fer at spæla ein virknan leiklut í framtíðarætlanunum hjá felagnum,” sigur Jaspur Langgaard. Umframt Langgaard brøðurnar og Jógvan Andersen eiga m.a. Framtak og Scient Invest í Intra.

Kundarnir hjá báðum feløgum kunnu vænta sær betri tænastur og nýskapandi KT-loysnir, sum bæði nøkta tørvin hjá verandi kundum og skapa nýggjar møguleikar.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…
Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma…
Áhugaverdur fyrilestur á Klaksvíkar bóka…
Føroyingar í vanda at missa serrættindi…
Victor á Lakjuni 80 ár