Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bólkamynd FV: Tullis Matson, Signa Kallsoy Joensen, EJ Eldridge, Kristina Maria Fjallstein, Jóna A. Ólavsdóttir, Rasmus í Haraldssundi.

Fyrilestur um cryoconservatión av rossum og hóttum djórasløgum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.08.2024 - 16:13 Tíðindi

Felagið Føroysk Ross hevur gleði av at bjóða øllum áhugaðum til ein spennandi fyrilestur í sambandi við, at Stallion AI Services tekur sáð av føroyskum greðingum. Fyrilestrahaldari verður Tullis Matson.

 

 

 

Fyrilesturin, sum er almennur, verður á Búnaðarstovuni í Kollafirði, mikukvøldið 14. august 2024 klokkan 19.00

Um Tullis Matson: Tullis Matson er stjóri hjá tí virðislønta felagnum: Stallion AI Services. Í apríl 2022 fekk Stallion AI Services Queen’s Award for Enterprise fyri sítt framúrskarandi arbeiði innan nýskapan. Hetta er tann mest virðismikla virðisløn, sum eitt bretskt virki kann fáa.

Tullis hevur í meira enn 30 ár arbeitt við sáðtøku og frysting av sáði frá greðingum. Í 2000 stovnaði hann Stallion AI Services Ltd, sum er ein av teimum mest væleydnaðu greðingasavnssentrunum í Evropa. Tey bjóða tænastur innan sáðtøku, fertilitetsmeting og útflutning av sáði um allan heim. Tullis er ein framsøkin leiðari, sum hevur ment og tikið í brúk nýggjar tøkni, so sum Post Castration, Epididymal Sperm Harvesting, og handfaring av sáði frá greðingum við lágum fertiliteti. Hann hevur granskað sáðtøku, fertilitet hjá greðingum og frysting av sáði og eggum frá rossum. Hann hevur eisini ment serligar sáðtøkur til greðingar og tikið sáð frá post kastrations testiklum. Eisini hevur hann sett á stovn Nature’s SAFE, sum er ein vælgerðarstovnur, sum hevur til endamáls at cryoconservera hótt djórasløg.

 



Lýsing
Seinastu tíðindini
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her