Lýsing
Lýsing
Lýsing
Zakarias Wang | Mynd: Dávur Winther

Sambandsafturstig

SKRIVAÐ: Zakarias Wang  |  13.08.2024 - 22:20 Lesarabrøv Politikkur

Tá Sambandsflokkurin í 1946 fylti 40 ár, skrivaði floksformaðurin Andras Samuelsen eina kvøðu. Andras hevði sjálvur verið á tingfundinum at stovna flokkin í 1906.

 

 

Andras sigur, at uppskotið um navnið kom frá Føroya prósti Fríðrikki Petersen og varð tað einmælt samtykt.

Ikki ber til at siga annað enn at Fríðrikkur visti hvat ið navnið týddi. Hann var fyrsti føroyingur sum fekk studentsprógv á latínskúlanum í Íslandi og var fullkønur í norrøna málinum. Samband er millum javnbjóðis partar. Synd er at siga at okkara støða var eyðkend av sambandi í 1906, men navni boðaði frá at her skuldi annað lag koma í. Samband okkara við Danmark skuldi gerast javnbjóðis, soleiðis at báðir partar skuldu ráða eins nógv.

Tað fyrsta var at okkara felags kongur skuldi hava eins nógv vald yvir báðum pørtum. Í Danmark søgdu ráðharrar kongi hvat hann skuldi gera. Hjá okkum skuldu okkara ráðharrar siga honum hvat hann skuldi taka avgerðir um. Danmark hevði sítt egna ting, sum ráddi fyri hvør ið kom í stjórnina. Eitt slíkt ting skuldu vit eisini hava. Tingini hjá báðum pørtum skrivaðu út skattir so tað bar til at hava hermegi, sum kundi hjálpa løgregluni at verja fólk og fæ ímóti yvirgangi. Danski staturin hevði lóggevandi, útinnandi og dømandi vald yvir veljarum sínum. Tað skuldi okkara statur eisini hava. Danski staturin hevði embætismenn til at seta sín vilja í verk, og tað skuldu vit eisini hava, men eins lítið og vit kundu útnevna nakran at taka avgerðir í Danmarkar ríki, kundi danska stjórnin útnevna nakran embætismann til at taka avgerðir í ríki okkara.

Hetta var tað sum lá í tí navni, Fríðrikur Petersen gav flokki sínum fyri 118 árum síðani, og hetta eru fullkomuliga lóglig ynski.

Nú hoyrist at Sambandsflokkurin er farin at broyta stevnuskrá sína. Men í mun til tað, sum lá í navni floksins frá 1906 er talan um stór afturstig. Ikki eitt orð um at kongur okkara skal hava sama lutverk hjá báðum pørtum. Einki um at vit skulu krevja upp skattir so vit kunnu verja fólk og fæ móti yvirgangi. Einki um at vit skulu hava okkara egnu stjórn, sum kann forða Danmark og okkum at leggja upp í kríggj í útlondum. Einki um at eingir danskir embætismenn skulu taka avgerðir í okkara viðurskiftum og at vit heldur ikki skulu senda umboð niður at leggja upp í donsk innlendismál. Heldur einki um at danir ikki hava rætt til at ávirka avgerðir okkara við at geva nøkrum okkara stuðul.

Tað er tí eitt vónbrot at síggja, at Sambandsflokkurin hevur slept teimum dreymum, sum fingu Fríðrik Petersen at geva flokkinum navn.

 

Zakarias Wang

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis