Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá vit goyma fiskin í sjónum! 1. partur

SKRIVAÐ: Eivind Jacobsen  |  21.08.2024 - 13:47 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Bóndin spurdi meg: Hví skal landkrabbi við skiparapappírum vita betri enn Steingrund? Eg svaraði: Hanus er eisini landkrabbi við skiparapappírum. Hjá honum er alt tvílembur og hjá tær lembur 0,9. So letur í bóndanum: Tað er eisini munur á, hvør hevur betri ráð at keypa kraftfóður!

 

Føðin hevur alt at siga. Bæði á sjógvi og landi.

Fyri at skilja, fiskimenn og fiskifrøðingar, er neyðugt at vita hvussu teir hugsa og kenna tey modell nýtt verða. Vit fara nú at eftirkanna model hjá fiskifrøðini og vísa á, hví tey taka feil.   

Lesarin veit, at einki í náttúruni er statist og ongin sannleiki er uttan undantøk.

 

Støðufastur í Føroyum, ikki í Barentshavinum og undir Íslandi

Í Íslandi og Barentshavinum svimur toskur fleiri 100 fjóðringar, aftaná lodnu, í stórum torvum.

Á landgrunninum er toskur støðufastur. Besta føði er nebbasild, sum gravar seg niður á botni. Tí verða fáir toskar á sera nógvum ymiskum plássum. Veiða er í mun til nøgd av fiski á einum stað.

Veiðan er fleiri 100% størri í Barentshavinum og Íslandi, enn undir Føroyum, pr. troltíma ella pr. húk. Samanbering av føroyskum skipum á nær og fjarleiðum gevur lítla meining.

Fyrr fiskaðu vit umleið 2,5 ferðir so nógvan fisk bestu ár, sum tey vánaligastu. Síðan tá hava vit friða gýtingarleiðir og nógvar av frægastu fiskileiðum, tey tíðarskeið, rokna verður við, at fiskur fæst.

 

Torva og mið

Ein torva, í hesum høpi, er fleiri fiskar á sama stað. Eitt Mið skal skiljast sum fiskimið og er eitt stað har toskur samlast í lítlum ella stórum torvum.

Eitt mið er ávíst stað á botni. Tað eru nógv mið, (fleiri 1000 um vit vilja) har toskur heldur til. Nøkur mið rúma væl meira fisk enn onnur. Tó er sera ójavnt hvussu nógvur fiskur er á einstøkum miði. Tað broytist frá ári til annað. Ongin árstíð er eins. Eingin máni er eins. Ongin dagur er eins. Ongin tíð á degnum er eins.

At finna fisk er tí onkur vísund. Men tað kann ikki setast upp í formil. Kanska er tað okkurt slag av sannlíki. Onki samsvar er millum dugnaskap í skúla og evnir at finna fisk. Øll hava ikki eins góð evnir at finna fisk.

Greinin er í fleiri pørtum, tí ofta er lættari at lesa stuttan lestur. Næsti partur er líknandi hesum. Triðji partur verður beinleiðis viðgerð av modelli hjá ICES og hví tað er skeivt.

 

Eivind Jacobsen

Granskari

Strendur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast
Seir á Klaksvík
Vinnulig frambrot undir hesi samgonguni
Magni Højgaard nýggjur limur í Etiska rá…
Eyðun Nolsøe spælir hittini á Summar Fes…
Líggjas nýtt føroyskt juniormet í 200 fr…
Byggja undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna?
Súkkli í egnum landi
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið