Lýsing
Lýsing
Lýsing
Formaðurin í Búskaparráðnum vísir á, at hækkingin av pensiónsaldrinum ongan mun ger fyrstu nógvu árini, og eftir samgongumboðum í Fíggjarnevndini at døma verður rentustuðulslækkingin eisini framd yvir eitt drúgvt áramál. Harvið gera átøkini hjá Ruth Vang ongan mun fyri verandi undirskot. | Mynd: kvf.fo

Átøkini hjá Fíggjarmálaráðnum eru ov sein og ov smá

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.09.2024 - 16:40 Politikkur Tíðindi Vinna

Hvørgin av ætlanunum hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum fer at gera mun komandi mongu árini. Ein møgulig hækking av pensjónsaldri fer ikki at síggjast aftur fyrrenn um 10 ár, og lækkingin av rentustuðuli fær kalda móttøku frá bæði Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Samstundis er vøksturin í privata geiranum steðgaður upp, meðan tað almenna heldur á við at vaksa

 

 

Hallið í føroyska búskapinum er ovurstórt, og samstundis sum Búskaparráðið vísti á tað í heystfrágreiðingini, kom Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrúgv, út og segði, at hon ikki kundi sita við ábyrgdini longur, um onki hendir. Ítøkiliga skjeyt hon upp at hækka pensjónsaldurin og niðurlaga rentustuðulin, men – júst sum Norðlýsið spáddi í grein beint frammanundan – so fekk seinna ætlanin beinanvegin dagin eftir tvey skot fyri bógvin frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.

Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, segði síðani í ”Breddanum” í Kringvarpinum týsdagin fyrrapart, at føroyski búskapurin hevur tað ringt, bæði tí at útreiðslurnar vaksa skjótari enn inntøkurnar, men eisini omanfyrinevndi trupulleiki, at politiska skipanin megnar ikki at gera neyðugar nýskipanir. Hartil kemur vantandi tiltrúgv til Landsstýrið. Búskaparráðið trýr nevniliga ikki uppá, at Landsstýrið fer at kunna selja bygningarnar í Hoydølum ella Teistan, í øllum førum ikki fyri tær upphæddirnar, sum Landsstýrið væntar.

Búskaparráðsformaðurin nevndi tó, at tað er í lagi at hava undirskot onkuntíð, til dømis fyri at halda hjólunum malandi undir lágkonjukturi, og at Føroyar hava ráð til at hava undirskot okkurt árið. Trupulleikin er, tá undirskot er yvir eitt longri áramál, og vit síggja eitt vaksandi tal av eldri borgarum, sum krevja størri útreiðslur til vælferðarøkið, t.v.s. vit vita, at samfelagið fer at gerast dýrari at reka.

Men Johnny í Grótinum legði í sama Bredda eisini eina við, at hækkingin av pensjónsaldrinum ikki fer at gera nakran mun yvirhøvur fyri fíggjarstøðuna komandi ár. Hækkingin verður, um hon verður gjørd, gjørd frá 2035 og ígjøgnum fleiri áratíggju framyvir. Í staðin mælir Búskaparráðið til eitt fíggjarpolitiskt regluverk, ið kann hava ein dissiplinerandi virknað á politikararnar.

Tann lítla virknað, átøkini fara at hava, verður, at til ber at vísa lánsveitarum á, at Føroyar hóast alt gera nakað fyri at steðga hallunum. Tí Johnny í Grótinum metir, at tað verður neyðugt at fíggja hesi stóru undirskotini við lántøku, í øllum førum fyrstu tíðina.

Í vinnuni er treystið ikki so gott, men Johnny í Grótinum sær kortini ikki nakran vanda í, at arbeiðsloysið møguliga fer at vaksa nakað. Búskapurin tolir tað, og tað kann gera, at prísirnir ikki hækka so nógv sum áður.

Somuleiðis málaði Johnny í Grótinum við breiða penslinum og samanbar almenna íløguhugan hjá Føroya landsstýri við tann í øðrum londum. Har OECD-londini í meðal brúka 3,5% av BTÚ til íløgur um árið, brúka Føroyar nærri 8%. Høvdu Føroyar gjørt íløgur sum miðal-OECD-londini, tosaðu vit um 700-800 milliónir í árið heldur enn 2 milliardir, sum Føroyar brúka nú. Tað er ikki haldbært at halda á fram við tí, eisini tí at tað leggur beslag uppá ov nógvan kapital.

Hinvegin metir formaðurin, at Føroyar kunnu læna pening til at gera ein Suðuroyartunnil. Men trupulleikin við vantandi haldførinum í búskapinum ger, at Føroyar noyðast at læna pengar til at dekka undirskotini á fíggjarlógini í staðin, segði Johnny í Grótinum.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 3. partur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur í kvøl…
28 tónleikaglað børn á konsertferð til S…