Lýsing
Lýsing
Lýsing
Verkætlanin, sum er ment saman við Kanjon og SNA, fevnir um 30 leiguíbúðir - Móti norði | Mynd: SNA

Lív í miðbýin

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  04.09.2024 - 12:55 Myndarøð Tíðindi Vinna

Tryggingarfelagið LÍV og Sp/f Kanjon hava fyri tíð síðan gjørt avtalu um at byggja 30 leiguíbúðum í miðbýnum í Klaksvík.

Verkætlanin, sum er ment saman við Kanjon og SNA, fevnir um 30 leiguíbúðir og eitt vinnuhøli. Avtala er gjørd við P/F Nema, ið kemur at hava handil og skrivstovu í hølunum.

Í hesum døgum hevur verið grivið út fyri tí byggilendi, sum skal vera undir húsinum. Samstundis má partur av tí søguliga grótinum, sum kom frá langu kai, takast burtur. Men verður teir lagdir aftur seinni, tá ið byggingin er liðgur - heilt uppat bygninginum.

Til kunnleika verður arbeitt við at leggja varkar betonflísar framvið nýggja og snotiliga neystum.

So sigast má, at enn einaferð verða lagdir lunnar undir ein spennandi miðbý við hópin av torgum millum bygningarar – Hotellið gongur við rúkandi ferð, har Kanjon eisini er arbeiðstakari. 

LÍV hevur leingi havt eitt ynski um at virka á og stuðla uppundir leiguíbúðarmarknaðin, og hevur við hesi avtalu ætlanir um íalt 85 leiguíbúðir í Havn og í Klaksvík. Arbeitt verður við at finna eina smidliga loysn til møguligan biðilista og umsiting av leigumálunum. Kunna verður nærri um hesi viðurskifti, tá ið íbúðirnar verða klárar at leiga út.

Eftir ætlan skulu íbúðirnar standa klárar at taka í nýtslu á sumri 2026.

Hetta er eisini eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum, er mangulin uppá bústaðir ein týðandi fløskuhálsur. Somuleiðis hevur Klaksvíkar Kommuna víst stóran áhuga í at nøkta tann økta bústaðartørvin í kommununi og hevur verið ein týðandi viðspælari í tilgongdini til hesa verkætlan.

 Jan Jakobsen, stjóri í LÍV segði 22.04.2024:

Endamálið hjá LÍV er at tryggja kundum okkara eina munagóða virðisøking av teirra eftirlønaruppsparing, og at íløgurnar eisini skulu koma kundum okkara og føroyska samfelagnum til góðar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…