Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kunoyarnes hvítt í morgun | Mynd: Andras Sólstein

Nú hvítna tindar

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  12.09.2024 - 13:15 Tíðindi Veðrið

Sum spátt varð fyrr í vikuni, so vóru fjøllini hvít í morgun. Hann gekk upp í norðan seinnapartin mánadagin, og hann hevur ligið tráur millum norðan og útnyrðing líka síðan.

At hann liggur høgt merkir ikki altíð, at tað gerst hvítt í erva. Tað velst um, hvussu langt norðuri lutin hevur sín uppruna, ella – sagt eitt sindur tekniskt – hvar er hátrýstið, haðani luftin er send ímóti okkum.

Reyðu pílarnir vísa, hvaðani kalda lotið kemur.

Síðan mánakvøldið hevur luft streymað ímóti okkum av leiðunum norðan fyri Svalbard, og har norðuri er kalt – eini 10-15 kuldastig ella so. Luftin er ornað á vegnum suðureftir ímóti okkum.

Hitalagið í vikuskiftinum áðrenn høgættina lág um 12-15 stig, og kalda luftin norðaneftir fór beinanvegin at køla niður her hjá okkum. Í morgun vístu hitamátarar 4 stig nógvastaðni. Tá ið tað eru 4 stig niðri við sjóvarmálan, liggur hitalagið 400 metrar uppi um frostmarkið, og í teimu høgu fjøllunum nøkur stig undir frostmarkinum.

Í ár vórðu fjøllini fyrstu ferð hvít 12. september. Tað var tað eisini í fjør.

Niðanfyri eru myndir, vit hava fingið sendandi ymsastani frá.

Grísla- og Botnstindur á Kalsoynni

Lokkin eisini hvítur í morgunReynsatindur og Jógvansfjall avmyndað úr Sandavági í morgun.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
Lýsing