Ráðstevna og seminar um talgildar førleikar, inklusjón og lívlanga læring
18. og 19. september skipa Undirvísingarstýrið og NVL fyri norðurlendskari ráðstevnu um talgildar førleikar, inklusjón og lívlanga læring. Í sambandi við ráðstevnu og seminar vitja o.u. 30 netverkslimir í NVL í Føroyum og fleiri teirra fara at hava framløgur ráðstevnuni. Ráðstevna og seminar verða hildin í Varpinum í Klaksvík
Talgilda menningin gongur við rúkandi ferð, og tað kann hava stórar avbjóðingar við sær fyri mong okkara. Hvussu fyribyrgja vit, at vit í framtíðini fáa tvey sløg av borgarum, sum eru grundleggjandi ymiskt stillaðir, tá talan er um at nýta talgilda tøkni og talgildar førleikar?
Endamálið við ráðstevnuni er at miðla og gróðurseta norðurlendska vitan og royndir innan talgildar førleikar og lívslanga læring millum tey, sum taka lut á ráðstevnuni og í Norðurlondum sum heild.
Ráðstevnan vendir sær til øll sum á einhvønn hátt arbeiða við førleikamenning, lívlangari læring, vegleiðing og inklusjón, bæði á politiskum, umsitingarligum og útinnandi stigi.
Ráðstevnuevnið tekur støði í netverkssamstarvinum í NVL, har arbeitt verður við talgildari inklusjón, talgilt grundaðari vegleiðing, mikro-førleikum (Microcredentials) og tvørgangandi førleikum (Transversal Skills).
Endamálið við norðurlendska samstarvinum um mikro-førleikar og almennar førleikar í ymiskum valideringstilgongdum, er at styrkja støðuna hjá tí einstaka á arbeiðsmarknaðinum, og at geva vaksnum møguleika at læra og mennast alt lívið.
Tá talan er um tvørgangandi førleikar er endamálið at virka fyri einfaldari, skjótari og høgligari atgongd til starvsleið ella útbúgving.
Skráseting til ráðstevnu og seminar við at senda teldupost til johnd@uvs.fo í seinasta lagi 11. september 2024. Luttøkugjaldið er 650 kr. fyri hvønn.
Stutt um framløgurnar
Durita Hansen er samskiftisráðgevi hjá Føroya Tele. Á ráðstevnuni fer hon at greiða frá, hvussu Talgildu Føroyar arbeiða fyri at tryggja, at teirra talgildu loysnir gerast atkomuligar fyri so nógv sum til ber. Hon fer at geva innlit í tey háttaløg og teir standardar, sum verða brúktir, sjálvt um tað ikki er eitt lógarásett krav um at fylgja WCAG. Luttakararnir fara at fáa innlit í, hvussu Talgildu Føroyar skapa eina meira inkluderandi talgilda framtíð fyri øll.
Arbeiðsbólkurin fyri samskipan og burðardygd í vegleiðaranetverkinum hjá NVL fer at hava eina verkstovu sum varpar ljós á tær avbjóðingar, sum tað grøna skifti hevur við sær fyri arbeiðslív og førleikamenning í Norðurlondum.
Verkstovan kannar leiklutin hjá vegleiðingini í at byggja brúgv millum grøna skiftið og menniskju, umframt hvørji etisk atlit skulu takast, og tørvin á talgildari inklusjón, sum uppstendur í hesum samanhangi. Við íkasti frá serfrøðingum, við hugleiðingum og stakdømum kava vit niður í framtíðarinnar karrieruvegleiðing og hyggja eftir, hvussu hon kann vera við til at fremja ein burðardyggan heim og tað góða lívið.
Helgi Þorbjörn Svavarsson er NVL-samskipari fyri Ísland og leiðir tað NVL vegleiðingarnetverkið. Helgi svarvast hjá Fræðslumiðstøð Arbeiðsmarknaðarins og á Háskóla Íslands. Hann hevur 16 ára royndir við arbeiði innan vaksnamannaútbúgvingar í Íslando.
Um at varpa ljós á og meta um almennar førleikar. Árini 2020-2023 varð arbeitt við einari evropeiskari Erasmus KA3 verkætlan, TRANSVAL-EU, har ljós varð varpað á almennar førleikar hjá einstaklingum, og at kunna førleikameta hesar førleikar.
NVL netverkini fyri vegleiðing og validering hava hetta seinasta árið savnað dømir frá norðurlendskum fyritøkum, sum á ymiskan hátt arbeiða við at varpa ljós á almennar førleikar hjá ymiskum málbólkum.
At leggja fram um almennar førleikar (transversal skills) vera Fjóla María Lárusdóttir, limur í NVL valideringsnetverkinum (IS), Anna Nygård limur í NVL valideringsnetverkinum (SE) og Anna-Lotta Östvall-Åstrand, limur í NVL vegleiðaranetverkinum (FI).
Bodil Lomholt Husted stjórnar í løtuni einari kanning um Micro-credentials í Norðurlondum. Endamálið er at eyðmerkja micro-credentials og teirra útbreiðslu í Norðurlondum, íroknað Føroyum, Grønlandi og Álandi. Hugt verður eftir slagi (formati), veitarum, nýtslu og læringssamteksti v.m.
Í framløguni greiðir Bodil frá útvaldum úrslitum frá kanningini, við tí fyri eyga, at seta gongd á eitt kjak um lyklasjónarmið fyri micro-credentials, í ljósinum av, hvussu fjølbroyttum og ofta torgreiddum samtekstum, micro-credentials eru at finna í.
Bodil Lomholt Husted er fyrrverandi lektari á VIA University College í Danmark og fyrrverandi leiðari fyri Granskingarskránna fyri Førleikameting á VIA UC. Bodil var frá 2016-2023 limur í førleikametingarnetverkinum hjá NVL.
Emmaus Åland er ein samhugafelagsskapur sum arbeiðir við sosialari og vistfrøðiligari burðardygd. Emmaus savnar inn vørur, rekur tríggjar endurnýtsluhandlar, umframt endurnýtsluverkstaðir og stendur fyri arbeiðsvenjing. Emmaus Åland hevur seinastu 30 árini arbeitt við útsettum bólkum, sum av eini ella aðrari orsøk eru endað uttan fyri arbeiðsmarknaðin. Abeiðsmarknaðarverkætlanir hava verið bæði sum reinar verkætlanir og sum samantvunnin partur av dagliga virkseminum. Átøkini hava verið vend ímóti nógvum ymiskum málbólkum, bæði ungfólk og tilkomin.
Emmaus Åland rekur úrslitarættaðar arbeiðsmarknaðar- og arbeiðsskapandi verkætlanir við greitt orðaðum málum og týðiligum og effektivum háttalagi og strategium.
Camille Ernkrans er ábyrgdarleiðari fyri teimum sosialu átøkunum, sum Emmaus Åland stendur fyri. Hon er sosionomur við serkunnleika innan viðskifta- og tænastuleiðslu og er góðkendur OCN-metari og góðskutryggjari. Hon er harumframt útbúgvin innan Supported Employment og hevur seinastu 10 árini arbeitt við menningarverkætlanum við sjóneyku á arbeiðsmarknað, starvsmøguleika og útbúgving.