Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannessen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.09.2024 - 22:28 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna, sum vit nú fara at byrja uppá, fer veðrið at broytast og verða nokkso vetrarligt.

Eystanfyri fara lágtrýst at liggja – alla vikuna(!) – og køld luft av leiðunum við Norðpólin fer at reka ímóti Føroyum. Tað líkist nokkso nógv veðrinum fyri 2 vikum síðan, tá ið tað kølnaði, og fjøllini blivu hvít.

Tað verður ein endurtøka av tí, men helst verður ein lítil munur, og tað er, at tað fer at kølna 1-2 meiri enn tá. Tað merkir, at tá ið høgættin hevur ligið nakrar dagar, er kølnað so mikið, at fjøllini eru hvít í erva, OG okkurt kavaavfall sæst oman ímóti gørðunum ella longur niðri. Tó ikki at stóra kavaavfalli.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, upp í hvassan vind í hvirlunum, 15 m/s. Fyrrapartin samdrigið og regn, men sum frálíður smáskýggjað og sólglottar, og stundum okkurt ælið. Hitin 6 til 11 stig.

Týsdagin:

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og sólglottar, men eisini løtur við ælaveðri. Hitin 3 til 9 stig.

Mikudagin:

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, sum líður á seinnapartin veksandi upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og sólglottar, men eisini løtur tá ið tað er skýggjað og ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.

Hósdagin:

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður, men eisini smáskýggjað og sólglottar í løtum. Hitin 3 til 8 stig.

Fríggjadagin:

Lot tilt frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og sólgottar, men eisini stundum skýggjað og ælaveður við regni ella vátakava. Hitin 3 til 8 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja