Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Veðurstova Føroya

Heystjavndøgur

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  23.09.2024 - 14:23 Tíðindi Veðrið

Júst hesa løtuna, greinin er løgd út á netið – klokkan 14:23 eftir føroyskari summartíð (13:23 GMT) – fer sólin um Miðkringin suðureftir.

Hæddin yvir Miðkringin (deklinatión á fakmáli) er 0°00¢00². Um ein løtu er sólin farin suðurum, og hon fer longur og longur suður, líka til 22. desember – stytsta dag.

Hetta til stytsta dag eru 90 dagar. Sólin fer at lækka og lækka hetta tíðarskeiðið, til hon fer standa lágt og tíðliga skína dagin fyri tollaksmessu.

Í dag skínur sólin á bæði Norðpólin og Suðurpólin. Men bara akkurát á báðar. Í morgin fer ljósið at røkka illa norður á Norðpólin men gott og væl á Suðurpólin. So við og við gerst myrkari hjá okkum, sum búgva á 62 stigum norður.

Petur Hans Dahl hevði nakrar hugleiðingar um heystjavndøgur og um javndøgurstormar í sendingini Góðan Morgun Føroyar, mánamorgunin 20. septembur 2021 (tað árið var heystjavndøgur 22. septembur).

Hann segði (her endurgivið orðarætt):

Nú eru dagur og nátt eins til longdar, men sum tíðin líður gongur fram ímóti jólum, styttast dagarnir, meðan næturnar leingjast.

Tey gomlu kallaðu nakað fyri javndøgurstormar. Tað sær út til at okur fáa tann fyrsta longu týsdagin. Annars eru hesir stormar av og á um heystið, av tí at restirnar av tropiskum ódnum frá Caribia viðhvørt enda á okkara leiðum júst hesa árstíð.

Aftur til dagin í dag og veðrið í hesum døgum.

Hyggjandi eftir veðurkortum eina viku fram, so sæst einki til nakran storm á okkara leiðum. Skal sunda mær at leggja afturat, at veðurkort eina heilaviku fram skulu takast við fyrivarni, tí 7 dagar eru long tíð í veðurfrøði.  

Vit fáa at síggja.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…