Lýsing
Lýsing
Lýsing
Panelkjakið um Klaksvík sum vinnulívsbý var áhugavert | Mynd: Dávur Winther

Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther  |  27.09.2024 - 16:55 Myndarøð Tíðindi Vinna

Klaksvíkar kommuna og Vinnulívsráðið í Klaksvík skipaðu í felag fyri vinnudegi í Varpinum í dag og á skránni vóru framløgur, kjak, netverkan og tónleikur

 

Varpið er á tremur við aktiviteti. Í dag hevði vinnan sett stevnu og fitt av fólki møttu upp. Atli S. Justinussen, formaður í vinnunevndini hjá Klaksvíkar býráð bjóðaði vælkomin og gav síðani mikrofonina til Kára Sólstein, ið leiddi fundin. 

Johnny í Grótinum hevði áhugaverda framløgu nevnd Klaksvík - rákini íð raka búskaparfrøðingurin hugdi at teimu rákum, ið fara at raka Føroyar og Klaksvík fram til 2040. 

Poula Michaelsen frá PM Heilsølu tosaði um Burðardygd sum natúrligur partur av virkseminum har hon gekk ígjøgnum tilgondina hjá PM Heilsølu at gerast meira burðardygg. 

Hans Andrias Jacobsen var aftur at hoyra eftir nøkur ár burturfrá tónleikinum. Hann hevur tó skrivað løg og hann hugtók við eini frumframførðslu, lagnum Dreymurin. 

Harnæst fekk Barbara á Tjaldrafløtti orðið og hon greiddi frá um MentorFo skipanina. og hvørjar ágóðar skipanin kann hava fyri fyritøkur í Klaksvík. 

Seinast á skránni var pallborð við umboðum frá vinnufyritøkum í Klaksvík, har tey umrøddu Klaksvík sum vinnubý. Jalig og minni jalig evni vóru á munni og semja tóktist verða um at parkeringsviðurskifti og vinnugrundstykki átti kommunan at raðfest. 

Dagurin endaði um 15.30 tíðina har fólk síðani netverkaðu í býarsalinum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…