Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eru mannagongdirnar viðvíkjandi Búskapargrunninum broyttar?

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  01.10.2024 - 17:04 Politikkur Tíðindaskriv

Hevur landsstýrið broytt inngjøldini í Búskapargrunnin, uttan at hava broytt lógina? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava at vita, og tí hevur hann sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um tað.

 

 

Tann 18. september í ár, skrivaði Høgni Hoydal, varaløgmaður, í einum lesarabrævi, at núverandi samgonga, sum tann fyrsta, hevur valt at lata inntøkur av tilfeingisgjøldum og aligjøldum fara beinleiðis í Búskapargrunnin, og orsaka av hesum síggjast tilfeingisgjøldini ikki á fíggjarlógini. Hann samanbar hetta við undanfarin landsstýri, sum, sambært landsstýrismanninum, heldur valdu at brúka allar pengarnar.

Men lógin um Búskapargrunn er ikki broytt síðani 2018, og tí vil Helgi Abrahamsen nú hava at vita, um (ella hvussu) landsstýrið hevur broytt inngjøldini í Búskapargrunnin, uttan at hava broytt lógina.

Hann spyr tí landsstýriskvinnuna hesar spurningarnar:

1.     Er tað rætt, sum Høgni Hoydal, varaløgmaður, sigur í einum lesarabrævi, at sitandi samgonga hevur broytt mannagongdina viðvíkjandi inngjøldum í Búskapargrunn Føroya?

 

2.     Verða fleiri pengar fluttir í Búskapargrunn Føroya nú, enn tað sum lógin krevur?

 

3.     Hava undanfarin landsstýri goldið minni inn í Búskapargrunn Føroya enn tað, sum lógin kravdi?

 

4.     Á hvønn hátt hevur sitandi landsstýri broytt mannagongdirnar viðvíkjandi inngjøldum í Búskapargrunn Føroya?

 

5.     Er tað rætt, at tað sum verður inngoldið í Búskapargrunn Føroya, fer uttanum landskassan, og tí ikki sæst á fíggjarlógini?

Landsstýriskvinnan skal svara spurninginum í seinasta lagið tann 11. oktober.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum