Lýsing
Lýsing
Lýsing

Birgir Sigurðsson úr Klaksvík ger vart við seg í altjóða fyritøku

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.10.2024 - 11:54 Tíðindi Vinna

Ein klaksvíkingur setir sín dám á fyrsta part í eina nýggja podcastrøð, har leiðsla í privatum fyritøkum verður í fokus. Í fyrsta parti av "Leiðslupoddinum" er tað Birgir Sigurðsson úr Klaksvík, ið er í miðdeplinum. Hann hevur havt ein týðandi leiklut í eini altjóða fyritøku, ið er vaksin við rúkandi ferð.

 

Í samrøðuni við Birgir verður greitt frá hansara royndum og avbjóðingum við at leiða eina fyritøku í skjótum vøkstri og útbreiðslu um allan heim.

"Leiðslupoddurin" er ein nýggj podcastrøð, ið er fyriskipað av Jóhannesi Miðskarð, eksternum lektara á CBS. Við sjóneykuni á leiðslu í praksis, gevur røðin áhoyrarum eitt innlit í týdningarmiklar avgerðir, leiðslustíl og avbjóðingar hjá leiðarum í privatum fyritøkum. Røðin miðar eftir at geva eitt spennandi og læruríkt perspektiv á, hvussu leiðsla kann handfarast bæði í føroyskum og altjóða høpi. Eitt umfar av ”leiðsupoddinum” eru 6 partar, og ein nýggjur partur verður almennakunngjørdur hvønn hósmorgun.

Birgir Sigurðsson er Klaksvíkingur og fyrsti parturin gevur eitt serligt høvi at um hansara leiklut á altjóða marknaðinum. Nýggir partar av "Leiðslupoddinum" koma út hvønn hósmorgun, og klaksvíkingar kunnu vænta sær eitt áhugavert og læruríkt innlit í leiðslu í privatum fyritøkum.

Poddvarpsrøðin ”leiðslupoddurin” hoyrist á øllum stórum poddvarpplattformum, sum t.d. Apple Podcasts og Spotify. Eisini kann tað hoyrist frá hesi leinkju:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026