Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Pensioneraði fótbóltsleikarin Lassana Diarra kann broyta fótbóltsheimin 5 ár aftaná at hann gavst at spæla fótbólt | Mynd: Geoffroy van der Hasselt, Scanpix Denmark

Avgerðandi dómur innan fótbóltin í dag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.10.2024 - 08:33 Ítrottur Tíðindi

Transfer-systemi í fótbólti kann broytast grunnleggjandi um Lassana Diarra fær viðhald í ES-dómstólinum í dag

 

Lassana Diarra leikti m.a við Arsenal, Chelsea og Real Madrid umframt franska landsliðnum í 00'unum og 10'unum. 

Men hann leikti eisini fyri Lokomotiv Moskva í 2013. Og fyri at gera eina langa søgu stutta so gjørdi ósemja millum leikara og felag tað, at Lokomotiv Moskva segði upp sáttmálan. Diarra fann sær síðani nýtt felag í Belgia, men ein lóg í FIFA sigur, at nýggja felagið (Charleroi) skuldi gjalda 10.5 mió evrour til Lokomotiv Moskva.

Hendan lóg fekk uppbakning frá internationala ítróttardómstólinum CAS.

Lassana Diarra saksøkti síðani FIFA og Belgiska fótbóltssambandi, dómur fellur í dag og endaliga úrslitið kann fáa avgerðandi týdning fyri fótbóltsheimin - viðmerkjarar tosa enntá um ein Bosman 2.0.

 

Leikarar kunnu missa teirra søluvirði

Fótbóltsheimurin snýr seg um transfers og sáttmálar. Tá ein leikari hevur sáttmála, kann hann ikki skifta felag, ikki uttan at nýggja felagið betalur eina transfer upphædd, sum seljandi felagið góðtekur. Men fær Lassana Diarra viðhald í dag, kann tað merkja at leikarar kunnu trýsta teirra feløg í at uppsiga teirra sáttmálar, við at gera seg tilpas truplar at samstarva við. 

Tað kann merkja, at tíðaravmarkaðir sáttmálar, sum vit kenna tað frá fótbóltinum í dag ikki longur geva meining um tann eini parturin bara uppsigur sáttmálan uttan avleiðingar. Hetta kann merkja at fótbólsheimurin má skifta til meira vanligar starvssáttmálar, har báðir partar kunnu uppsiga samstarvi við eini vissari freist. Júst soleiðis sum vit kenna tað frá vanliga arbeiðsmarknaðinum, sigur Henrik Liniger ítróttarviðmerkjari við dr.dk.

Hetta kann merkja at lønir hjá leikarum og transfer-upphæddir millum feløg lækkað munandi.

Dómur fellur í EU dómstólinum í dag væntandi kl. 09.00

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Lýsing