Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu hevur tú tað?

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  11.10.2024 - 14:04 Politikkur Tíðindaskriv

Vit kenna spurningin. Men hugsa tær, um svarið frá tínum barnið var. “Nei, eg havi tað ikki gott.” Ella at muðurin bara var afturlatin og eyguni hugdu niður ella burtur ...

 

Allar sjúkur kunnu raka øll tíni og míni. Tí mugu vit sum samfelag og kommuna finna styrkina saman.

Fólkaheilsukanningin frá 2023 “Hvussu hevur tú tað” vísir á, at tað eru tey ungu, ið eru ringast fyri sálarliga í Føroyum. Tað eru so nógv sum hava ilt í lívinum. Serliga eru tølini høg millum okkara gentur. Og somu ábendingina síggja vit eisini í okkara grannalondum.

Hetta er álvarsamt og vit mugu sum samfelag taka ábyrgd. Men hvat kunnu ella hvat skulu vit gera?

Kanska er besta byrjanin, at vit sum foreldur og myndugleiki ásanna trupulleikan, og vit síggja hvønn annan í nærumhvørvinum. Tað er pláss fyri okkum øllum. Og øll eru vit dugandi og vøkur á hvør sín hátt.

Ungdómurin í dag hevur eitt rættiliga høgt strongdarstøði. Og vit síggja, at angist og tunglyndi er útbreitt millum børnini.
Eitt gleðiligt stig á leiðini er, at Klaksvíkar kommuna hevur gingið á odda og havt skúlasálarfrøðing hesi seinastu trý árini.

Hetta er avgjørt ein góð og røtt raðfesting. Men fyribyrjandi arbeiði eigur at koma fram um alt. Og vit mugu ongantíð gloyma at taka ábyrgd av hvørjum øðrum.

Tað eru nøkur øki eg vil arbeiða fyri:

- At vit eru ein virkin kommuna, sum raðfestir fólkaheilsuráðini. Náttúran er sonn heilsubót hjá einstaklingum og samfelagnum. Virkið vár og Virkið heyst verða frameftir týðandi átøk. Eisini skulu vit gera meiri gott og upplýsandi tilfar (t.d føroyskar pixi-bøkur) til okkara smæstu borgarar. Vit skulu hava tey ungu við at gróðurseta fleiri spírar og at planta trø. Og kanska kunnu vit sum kommuna eisini hugsa bilfrí øki og dagar í nærmastu framtíð.

- Vit skulu útbyggja matarskipanina á skúlanum og í dagtímunum bjóða børnunum mettandi máltíðir. Vit eiga eisini at lata matarskipanina røkka út til fleiri stovnar, til dømis Virkishúsið og Snjallubjallu.

- Teldan og tíðin krevur alt ov nógv av okkum øllum. Vit mugu venja okkum við at hvíla og sløkkja fyri umheiminum. Vit eiga at varpa ljós á tað trýstið, sum talgildi heimurin elvir til. Tað er vandi í allari vælferð og snildfonin er ein viðvirkandi liður, at tey ungu fáa so nógv innlit í møguleikar og lívið hjá øðrum, og kenna seg pressaði av glansmyndini á sosialu miðlunum, sum bæði er órealistisk og ómøgulig at røkka. Vit mugu sum vaksin og mynduleiki taka ábyrgd. Vit eiga onkusvegna at avmarka skermnýtsluna í skúlanum, í Virkishúsinum og ivaleyst eisini á fleiri øðrum kommunalum stovnum. Og vit mugu endurskoða karakterskipanir og ikki lata tað ósunnu kappingina í frítíðina fylla meira enn gott er.

Góða sálarheilsuviku, øll somul.

Annika S. Biskopstø

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Borg: Í gjár fekk Monika handað prógv su…
Rúsan skal finna nýggj hølir
Norskur framrættaður leikari komin í hóp…
10'arin er funnin
Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026
Onki vatn á eystur­síðuni í Klaksvík
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið
Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskot…
Verður fosturtøku­lógin longu víðkað?
Ítróttafagnaður: Sámal Jákup í uppskoti…
Vinnulívspakkar til Ítróttafagnaðin
Atgongumerk­ini ganga undan til Norðfesti…
KÍ hevur ársaðalfund í kvøld
Ein ordans ítróttarveitsla í Varpinum le…
Tilnevn­ingar ÍtróttaELDSÁLIN 2025
Kalsoyingar stúra
Evnaríkur unglingur tekur arvin
Blákollan 25 ár
Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klak…
Hesir vóru til lands í Íslandi um ár 190…