Lýsing
Lýsing
Lýsing
í Føroyum er valstríðið í løtuni í hæddini, og gamalt var ikki av KvF at kalla sitandi politikarar inn sum serfrøðingar at greina samfelagsviðurskifti, meðan valstríð leikaði. Men tað er møguliga nakað, vit mugu venja okkum við framyvir, tí hósdagin varð ein aktivur býráðslimur í Havn boðin í studio - enntá uttan at verturin nevndi, at talan var um ein virknan politikara. | Mynd: kvf.fo

Er Breddin ein valsending?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.10.2024 - 14:40 Leiðarin Politikkur

Tað plagdi ikki at vera gott latín, at aktivir politikarar sluppu framat mikrofonunum í KvF undir einum valstríði, uttan at tað var í eini valsending. Onkur aktivur politikari hevur fingið nei til at sleppa framat, tí hann var politikari. Er tað ein nýggj, offisiell linja hjá Kringvarpinum, at politikarar nú sleppa tað? Vit loyva okkum at seta nakrar einfaldar spurningar í hesum sambandinum.

 

 

Súsanna Olsen er býráðslimur fyri Framsókn í Tórshavnar Býráði og hevur verið virkin í tí leiklutinum.

2. februar í ár slapp hesin býráðslimurin – uttan í heila tikið at verða presenterað sum kommunustýrislimur í Tórshavnar Kommunu – at úttala seg sum stjórnmálafrøðingur í táverandi orrustuni um skannaran til Klaksvíkar Sjúkrahús. Beinanvegin sendingin byrjaði, vistu vit, hvat klokkan var sligin. Hon fór at úttala seg til fyrimuns fyri Tórshavn og ímóti Klaksvík.

Og so varð. Gávan til Klaksvíkar Sjúkrahús varð framsett sum eitt eyðkenni fyri oligarki ella fámannaveldi, meðan ikki eitt orð varð sagt um, at sjúkrahúsið í hennara egnu kommunu bæði í 1998 og í 2013 eisini hevði fingið skannarar í gávu frá eini stórari og ríkari fyritøku. Ein objektivur frøðingur hevði tikið við, at gávan til Klaksvíkar Sjúkrahús ikki var nakað eindømi, men at sjúkrahúsið í Havn meira enn einaferð hevur staðið í identiskum støðum og tikið ímóti gávum frá vinnuni. Tað bleiv ikki tikið upp á tungu, og tað var tí greitt, at tað var býráðslimurin og ikki stjórnmálafrøðingurin, sum hevði orðið.

Í Breddanum 10. oktober slapp sami býráðspolitikari – enn einaferð uttan at verða presenteraður sum býráðspolitikari – aftur í Breddan at tosa um evnið polarisering, m.a. millum útjaðara og miðstað, saman við tveimum serfrøðingum. Nortið varð m.a. við fiskivinnuna og framleiðslu-Føroyar, sum býráðslimurin segði ikki eksistera (”soleiðis hongur tað ikki saman”), og hon fekk onki mótspæl.

Vit mugu tí seta KvF nakrar spurningar: Hví er tað í lagi, at politikarar hjá Framsókn sleppa í Breddan sum serfrøðingar undir einum valstríði?, Fara aðrir flokkar enn Framsókn at fáa sama møguleika nú undir valstríðnum?, Fara kommunalpolitikarar úr øðrum kommunum enn Tórshavnar at fáa sama møguleika nú undir valstríðnum?, Fer tað at vera linjan framyvir, at politikarar hava ta atgongdina til mikrofonir í KvF í komandi valstríðum?

Og hevur KvF í minsta lagi ikki skyldu til at presentera hesar politikararnar sum politikarar? 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur
Hjarta­barnið fekk 35.290 krónur frá Klak…
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jupiter í norskan sjógv
Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAM…
Nú gerast morgun og kvøld ljós
Óli, Fríðin og Maradona
Bjørgvin góð 9.000 pund
26. januar er skúlin stongdur vegna star…
Kvøldskúlin: tilmeldingin fyri várhalvun…