Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hanni Bjartalíð vann mentanarvirðisløn landsins

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  24.10.2024 - 15:33 Myndarøð Politikkur Tíðindaskriv

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, handaði Hanna Bjartalíð, myndlistamanni, Mentanarvirðisløn landsins 2024 fyri avrik síni.

Í gjárkvøldið vórðu tríggjar virðislønir handaðar í Varpinum: Virðisløn til ungt listafólk fyri 2024, Heiðursgáva landsins fyri 2024 og Mentanarvirðisløn landsins fyri 2024.

Eins og undanfarin ár, er tað bókbindarin á Landsbókasavninum, ið hegnisliga hevur bundið heiðursbrøvini inn.

Í millum handaninar var góður tónleikur á skrá, har m.a. nýggja flyglið slapp at royna seg enn einaferð við Jóhannes Andreasen við tangentarnar.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, handaði Hanna Bjartalíð, myndlistamanni, Mentanarvirðisløn landsins 2024 fyri avrik síni.

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 kr., og hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, handaði Randi Ward, týðara, Heiðursgávu landsins 2024.

Heiðursgáva landsins er 75.000 kr., og hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Beinir Bergsson, rithøvundi, fekk virðisløn til ungt listafólk 2024 fyri avrik síni.

Fyri sína týðandi rødd á føroyska listapallinum fær Beinir Bergsson virðisløn til ungt listafólk 2024, segði Sirið.

Kvøldið endaði við einum braki frá Klaksvíkar Hornorkestri, sum var rættiliga væl fyri. Hølið bar sítt til, og tað ljóðaði frálíka væl!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…