Lýsing
Lýsing
Lýsing

Her er skráin fyri Ársins Íverksetaradag 2024

SKRIVAÐ: Íverksetarahúsið  |  29.10.2024 - 13:26 Tíðindi Vinna

Ávirkari sum vinnuvegur er yvirskiftin á Ársins Íverksetaradegi hjá Íverksetarahúsinum, ið verður hildin í Løkshøll í Runavík hósdagin 31. oktobur 2024 frá kl. 13.00 til 16.00.

 

 

Í ár heldur Anders Hemmingsen høvuðsfyrilesturin. Anders er danskur ávirkari og maðurin, sum hevur ein av best umtóktu Instagram-vangunum í Danmark.

Hann fer at geva okkum eitt forkunnugt innlit í sína arbeiðsgongd, og um sína ferð frá 0 til yvir 1.8 millónir fylgarar á Instagram, Facebook og TikTok.

Við sær hevur Anders sín starvsfelaga Marie Johanne Bavnhøj, ið fer at greiða frá handilssligu møguleikunum og teimum strategisku avgerðunum, sum tey dagliga mugu taka í sambandi við raksturin av vanganum Andershemmingsen.

Anders og Marie fara at deila sínar royndir við ”influencer marketing”, og hvussu tey hava ment eitt sterkt vørumerki, og hvat skal til fyri at vaksa seg stóran á sosialu miðlunum.

Umframt Anders og Marie, fara kvinnurnar Cecilia Nolsøe Sørensen og Sølva J. Joensen at greiða frá um sínar vangar. Eisini fer Rókur J. Jakobsen, sum er stjóri í fyritøkuni VIRKA, at hava eina framløgu um, hvussu VIRKA brúkar ávirkarar. 

Dagurin endar við at Aksel V. Johannesen, løgmaður, avdúkar Ársins Íverkseta 2024. 

Eftir handanina bjóðar Íverksetarahúsið til netverkan og ábit.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.

Tó er neyðugt at tekna seg á:

https://loksholl.fo/events/event/659

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…