Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skattalætti ella ikki?

SKRIVAÐ: Jan Gardar  |  29.10.2024 - 13:51 Politikkur Tíðindaskriv

Tíðin er komin til at vit seta kommunuskattaprosentið eitt vet niður, so at allir borgarar í kommuni kunnu fáa ágóða av tí.

 


Tað er valla nakar ivi um, at nógvir av okkara borgarum hava ein strævnan gerandisdag í hesum tíðum.

Tí er spurningurin, um tíðin ikki er komin til at vit seta kommunuskattaprosentið eitt vet niður, so at allir borgarar í kommuni kunnu fáa ágóða av tí.

Sjálvandi kemur hetta at ávirka eina ella aðrastaðni. Eitt skattaprosent kostar áleið 16-18 milliónir. Tvinnir eru kostirnir: antin kemur onkur verkætlan at bíða ella skulu vit hava meir inntøkur.

Tá tað kemur til kommunalar inntøkur, so hava vit ein møguleika í havnagjøldum – at fáa meir inntøkur tann vegin. Vit eiga at seta nógv inn fyri at fáa fleiri skip henda vegin. Fyri nøkrum árum síðan var gongd við at koma á ferðamannaskipini, sum komu á okkara havnir. men tíverri hevur henda gongdin ikki verið tann rætta vegin seinastu árini.

Eg veit, at starvsfólk hjá kommuni hava sett sjóneykuna á at fáa skip hendan vegin. Tí fer hetta heilt sikkurt at skaffa kommununi eina meirinntøku tey næstu árini.

Hetta er nakað av tí, eg vil arbeiða við, um tit hjálpa mær inn um kommununnar gátt.

 

X við B

Jan Gardar, Sambandsflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…