Lýsing
Lýsing
Lýsing
Filip Brattbakk við nr. 10. | Mynd: Oliver Joensen

Hvør er Filip Brattbakk?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  30.10.2024 - 14:22 Ítrottur Tíðindi

(Greining) Vit hava hugt eftir, hvør Filip Brattbakk er, sum er fyrsta ’’keypið’’ hjá Magnusi Powell.

KÍ kunngjørdi sunnukvøldið, at 24 ára gamli Filip Brattbakk hevur gjørt sáttmála fyri 2025 og 2026. Hann hevur spælt við 07 Vestur í ár.

Í 07 Vestur spældi hann 26 landskappingardystir. Hann misti ein dyst vegna ov nógv gul kort. Sambært FaroeSoccer byrjaði hann inni allar 26 og bleiv skiftur út í sjey dystum. Hann er upprunaliga høgrabeintur vongur, og har spældi hann mest tey fyrstu umførini, mest í vinstru síðu, men eisini summar dystir í høgru síðu. Men hann hevur eisini spælt sum bakkur og vong bakkur í báðum síðum.

 

Passar ikki til kropsliga KÍ-samleikan

Filip Brattbakk passar illa til KÍ-samleikan á kropsliga økinum. Tí hann er veikur í serliga luftnærdystum, sum tøl eisini staðfesta.

 


Góður driblari

Stóra styrkin hjá Filip Brattbakk er hansara skjótleiki og hansara driblingar. Hann var leikarin í deildini sambært Wycout, sum hevði næstflest driblingar hetta kappingarárið. Bara Olaf Bárðarson úr Víkingi hevði fleiri. Av hesum vóru 57 % góðar driblingar, sum ikki er millum teir bestu, men sum er eitt heilt góðkent tal. Eisini telir tað nógv upp hjá honum, at hann var tøkur allar dystirnar, tí tað er ikki ein sjálvfylgja í KÍ, har tað næstan hvønn dyst í ár hava verið nógvir leikarar, sum ikki hava verið tøkir.

Hyggja vit eftir indexi, so var Filip nummar seks yvir kantar hetta kappingarárið, har bara Marius K. Lindh av teimum frammanfyri ongan sáttmála hevði fyri 2025.

 


Kann røkja fleiri pláss

Ein onnur dygd hjá Filipi er, at hann kann røkja fleiri pláss. Hann kann spæla vongur, bakkur og vongbakkur. Tó eru deildar meiningar um, hvørs hann hevur dygdir sum bakkur ella vongbakkur, sum kom fram í Fótbóltspráti mánadagin. Hann hevur tó spælt nógv mest sum vongur sum ein av teimum trimum fremstu.

 


Seldi seg í dysti móti KÍ?

Tað sum kann hava ’’selt’’ Filip Brattbakk til KÍ var hansara dystur móti KÍ 29. september. Ein dystur, sum KÍ spældi fáar dagar eftir krevjandi dyst í Sarpugerði og av tí sama ikki var í síni bestu útgávu. Tá var Magnus Powell settur sum venjari til 2025, og helst hevur hann hugt væl eftir hesum dystinum. Hetta var ein av bestu dystunum hjá Filipi í ár. Hann spældi yvirav einum ’’rustaðum’’ Heina Vatnsdal, sum stórt sæð ikki hevði spælt nakran dyst áðrenn í 2024. Sambært Wyscout hevði Filip sjey driblingar og allar góðar (100%), sum var langt omanfyri vanligar dystir umframt, at hann í nærdystum vann 11 nærdystir, sum svaraði til 85 %, sum eisini var langt omanfyri tað vanliga hjá honum. Hendan dystin misti Filip ongan bólt á egnari hálvu, og tað var einasti dysturin í kappingarárinum, at hann ikki gjørdi tað.

 


Ov vánalig endavøra

Hagtølini hjá Filipi sum heild vísa, at talan er ikki um ein av teimum bestu leikarunum í hesum kappingarárinum. Málstigini eru heldur fá, væntað mál er heldur lágt og væntað upplegg er vánaligt. Innleggsneyvleikin var vánaligur (15 %). Hinvegin eru tølini fyri driblingar góðkend. 

Hetta er tí ikki eitt keyp sum fær nakran upp úr stólinum, men heldur er hetta eitt rættuliga óvæntað keyp fyri nærum øll, sum Norðlýsið hevur tosað við av teimum, sum hava sæð nakrar dystir hjá nýggja KÍ-leikaranum. Tó helt Oddbjørn Joensen, viðmerkjari í KVF, í Fótbóltspráti mánadagin, at hann kanska kann fara at styrkja um breiddina, tí hann helt, at hann hevur nakrar góðar dygdir.

Tí verður tað óvæntað, um hesin leikarin kemur at styrkja um KÍ-uppstillingina. Men søgan vísir, at nýggir venjarar kunnu fáa summar leikarar at blóma, sum annars ikki hava gjørt um seg frammanundan og tað er helst hetta, sum KÍ hugsar í hesum føri.

 


Hagtøl

Minuttir: 2275

Mál: 7 (harav tvey brotsspørk)

Upplegg: 2

 


Væntað mál: 5,8

Væntað upplegg: (undir 2,4)

Innlegg: 86 (nr. 8 í deildini)

Innleggsneyvleiki: 15 % (topp 30 í deildini liggur frá 33 % og uppeftir)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
FM radio á Norð­lýsi­num, 21. okt 2025
Atgongumerkjasølan byrjað
Fleiri lokalir leggjast afturat KÍ-hópin…
Pelagisk rekord: Asbjørn selt fyri 46 mi…
Dansihugni byrjar aftur
Lógin heimilar ikki ætlanini at seta ALS…
Vónbjørt Vang vunnið bókmentavirðislønin…
Vinn atgongumerki til KÍ veitsluna
Klaksvíkar Sjúkra­hús: SAHVA flutt
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - almen…
”Gamal nýggjur” filmur um Føroyar
FM Radio: Allan Drost vitjar Norðlýsið
(ó)Friður á Pallinum!
Magnus Powell hevur flest stig pr. dyst
FM radio: Magnus Powell vitjar Norðlýsið
Seinasta paradís á jørð hevur vunnið fil…
Mjølnir eigur meira enn triðingin av U-1…
Friður á pallinum: Hvør er Garry/­Roger?
Beinir - Einsamallur á palli