Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast

SKRIVAÐ: Astrið Breckmann  |  20.03.2026 - 18:00 Politikkur

Himmalhøgu prísirnir á sethúsum og íbúðum í Føroyum eru ein trupulleiki og ein tung byrða hjá barnafamiljum.

Húsaprísirnir eru hækkaðir ómetaliga nógv seinastu árini, tí útboðið av bústøðum er ov lágt í mun til stóra eftirspurningin.

Fyrsti trupulleikin er, at ov fá grundøki verða útstykkjað til sethús, raðhús og íbúðir.

Fólkaflokkurin vil seta ferð á útstykkingar við at gera tær mvg-fríar og loyva kommunum at rinda part av byggibúningini fyri borgaran. Viðgerð av matrikulering og byggisamtyktum skulu avgreiðast skjótari.

Bygningskunngerðin skal endurskoðast og lagast til føroysk viðurskifti.

Møguleikarnir hjá ungum at sleppa inn á bústaðamarknaðin skulu betrast. Hetta gera vit, við at tey kunnu fáa mvg’ið av byggingini afturborið, umframt at ein partur av eftirlønaruppsparingini kann brúkast til egingjald til húsalánið.

Um tað almenna heldur aftur við at gera íløgur í glæstriborgir og byggigølur í eina tíð, verður byggimarknaðurin ikki so yvir-upphitaður, sum hann er nú. So kunnu vanligu ungu føroyingarnir fáa byggifyritøkur at byggja sær bústaðir, heldur enn at kappast við sínar egnu skattakrónur, tá almennar byggiverkætlanir upptaka alla tøka orku hjá byggifyritøkunum.

Vit mugu raðfesta bústaðabygging fyrst og fremst, tí tað eru fleiri føroyskar familjur, sum eiga at fáa ein møguleika at flyta heim til Føroya og seta føtur undir egið borð. Hetta kemur at løna seg í longdini, bæði fyri landið og kommunurnar.

Tí tá ið familjurnar hava tað gott, hevur samfelagið tað gott.

 

Astrið Breckmann, Listi A

Valdið til fólkið – Vel Fólkaflokkin 26. mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…