Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd | Mynd: Oliver Joensen

Patrik Johannesen er aftur í KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  31.10.2024 - 18:47 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevur fingið kenda tilgongd.

KÍ skrivar:

Eftir útlegd í fýra ár vendir tvørámaðurin heimaftur til Djúpumýrar

Har gott fólk er, kemur gott fólk afturat. Patrik Johannesen hevur nú avgjørt at koma aftur til Klaksvíkar.

- Eg kenni á mær, at hetta er rætta løtan at koma heim aftur til Føroyar. Eg havi góð minnir úr Klaksvík. KÍ er tað størsta og besta felagið í landinum og tað vil eg verða ein partur av, sigur Patrik í stuttari viðmerking til ki.fo.

Patrik hevur drúgvar royndir í føroyskum og útlenskum fótbólti. Eftir hann var í KÍ í 2019 og 2020, gekk leiðin til Egersund, síðan Keflavík og higani til meistarliðið, Breiðablik. 

Við Patrik fær KÍ ein royndan leikara, sum vit vita er arbeiðsamur, málsøkin og ein góður liðfelagi og sum hevur dygdir í øllum álopsplássum. Sáttmálin við Patrik er fyri komandi trý árini.

Vit ynskja Patrik hjartaliga væl komnan aftur við Djúpumýrar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…