Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólakonsert: Í Menniskjum Góður Tokki

SKRIVAÐ: Barnabati  |  29.11.2024 - 18:00 Mentan Tíðindi

Konsertin Í Menniskjum Góður Tokki verður sunnukvøldið 1. desember kl. 19 í Hoyvíkar kirkju, og verður send beinleiðis á Kringvarpinum

 

Nú stundar til árligu jólakonsertina Í Menniskjum Góður Tokki hjá Barnabata

Annlis Bjarkhamar tók stig til átakið í 2010, og hevur síðani tá, verið fastur táttur við tí endamáli at veita hjálp til barnafamiljur í Føroyum. Í 2015 tók Barnabati yvir og um somu tíð, byrjaðu vit eitt samstarv við Sigrið Sivertsen, kórleiðara, at samskipa árligu jólakonsertina.

 

Jólini eiga at vera ein gleðistíð hjá barninum.

Fátækraváði merkir ikki bara manglandi peningur, men er eisini ein sosial avbjóðing, sum kann ávirka menning og trivnað hjá einum barni og ungdómi. Tað kann tykjast trupult at ímynda sær fátækraváða í einum landi, har vælferðarstøðið er høgt, og fólk hava atgongd til nógvar fjøltáttaðar hentleikar. Men fyri tey, ið liva í fátækraváða, er hendanstøðan ein veruleiki. Jólini eru onkursvegna barnanna høgtíð, og minnini um barnajólini ber barnið við sær restina av lívinum. Tí er týdningurin av at stuðla ótrúliga týdningarmikil. Tín stuðul kann geva eini familju, sum hevur trupult við at fáa endarnar at røkka, vón í myrkastu løtum.

Barnafamiljur, ið hava torført við at fáa endarnar at røkka saman, senda Barnabata eina motiveraða umsókn, og Barnabati viðger síðani allar innkomnu umsóknirnar, og letur gávukort til tær familjurnar, ið liva undir fátækramarkinum.

Eisini verður atlit tikið til, hvussu nógv vaksin eru í húskinum, og hvussu nógv børn eru í ymsum aldursbólkum. Barnabati spyr inn til, hvat tað eru fyri umstøður, ið gera seg galdandi hjá teimum ymsu familjunum, tí tað kann í summum førum vera, at barnafamiljur eru komnar í truplar bráfeingis støður; til dømis í sambandi við brádligt arbeiðsloysi, ella um deyði hevur verið í familjuni.

Um tit vilja stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum í Føroyum og geva teimum eini góð jól, kunnu tit stuðla á heimasíðuni hjá Barnabata,

Konsertin Í Menniskjum Góður Tokki verður sunnukvøldið 1. desember kl. 19 í Hoyvíkar kirkju, og verður send beinleiðis á Kringvarpinum.

Við ynski um eini góð jól til øll børní Føroyum.

 

Barnabati

Lýsing
Seinastu tíðindini
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jupiter í norskan sjógv
Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAM…
Nú gerast morgun og kvøld ljós
Óli, Fríðin og Maradona
Bjørgvin góð 9.000 pund
26. januar er skúlin stongdur vegna star…
Kvøldskúlin: tilmeldingin fyri várhalvun…
Upplagt at vitja Skríggj
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?
Sandavágs Talvfelag á FM-kós
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku