Gleðilig jól
Nú verða jól. Høgtíðin, har vit jarða okkara ósemjur, familjur møtast, útisetar vitja heimstaðin, og kirkjufólkið og samkomufólkið savnast um átrúnaðarliga gleðiboðskapin. Eisini fagna vit, at dagarnir gerast longri aftur, og vit geva teimum, vit eru góð við, gávur, fáa kanska sjálvi onkra gávuna, og vit njóta góðan mat og góða samveru í tríggjar dagar. Saman.
(Leiðari úr blaðnum 16. des)
2024 hevur sum heild verið eitt gott ár. Har eru sjálvsagt upp- og niðurtúrar, men soleiðis eigur tað at vera. Vit seta størri prís upp á tað góða, um vit hava verið tað fyriuttan eina løtu, og soleiðis gerast vit ikki líkasæl ella taka ting fyri givið. Jólini eru eitt gott høvi til at steðga á og seta prís upp á familju, nær- og hjáveru og ja – latum okkum bara viðganga tað – gávurnar frá okkara kæru.
Dunnurnar ella gæsnar eru fingnar til høldar, og um matarlepin ikki býur upp á tað, so stendur helst ein góður ræstur biti á borðunum jólaaftan. Angin verður blandaður við tann av grannnálum og av rís à l’amande við kirsuberjasós. Kalt og myrkt er úti, meðan tað er heitt, ljóst og fjálgt innan dura. Børnini eru spent, og kanska tey fáa yvirtalað foreldrini um at sleppa at lata ein einstakan pakka upp, tí tað er alt ov leingi at bíða til kl. 19.
Nú verða jól. Høgtíðin, har vit jarða okkara ósemjur, familjur møtast, útisetar vitja heimstaðin, og kirkjufólkið og samkomufólkið savnast um átrúnaðarliga gleðiboðskapin. Eisini fagna vit, at dagarnir gerast longri aftur, og vit geva teimum, vit eru góð við, gávur, fáa kanska sjálvi onkra gávuna, og vit njóta góðan mat og góða samveru í tríggjar dagar. Saman.
Í ár liggja jólini miðskeiðis í viku. Fyri mong merkir tað óvanliga nógvar frídagar millum tvey vikuskifti, og tað gevur høvi til bæði veruliga at løða battaríini og at vera meira saman við familjuni. Og myndin er at kalla tann sama vikuna eftir, tá ið nýggjársaftan og nýggjársdagur eru millum tvey vikuskifti. Alt í alt røkist alt fyri, at jólini 2024 vera familjujól og nýggjárshøgtíðin somuleiðis.
Tá vit líta aftur um bak, hevur árið ikki verið so galið fyri Norðoyggjar. Klaksvíkar Sjúkrahús, og harvið norðoyingar, fingu eina stórfingna gávu frá vinnulívinum í Norðoyggjum og Eysturoy, sum ger, at nú verður ikki neyðugt at valfarta til Danmarkar fyri at vera skannaður fyri ymiskar líðingar. Hitt hjartabarnið í Norðoyggjum, Klaksvíkar Ítróttarfelag, stóð seg væl, men kanska eru vit vorðin ov von við tey heilt framúrskarandi úrslitini, at vit kortini sóu annaðplássið sum eitt lítið vónbrot. Í staðin kunnu vit fegnast um góðu úrslitini fyri Norðoyggjar í kappróðrinum.
Í fjør læt glæsiliga mentanarhúsið Varpið upp, og 2024 hevur víst, at tað var bæði kærkomið og tiltrongt. Mong hava tiltøkini verið harinni, eisini fleiri landsdekkandi tiltøk, sum annars heilt víst høvdu verið hildin aðrastaðni.
Í býnum grør veruliga um gangandi fót. Bæði Húsarhaldsskúlin og nýggja hotellið, sum liggja at kalla lið um lið við Biskupstorg, eru komin væl áleiðis. Bæði verða søgd at verða liðug í 2025. So leingi nýtist okkum ikki at bíða eftir nýggju tunlunum Norður um Fjall, sum lata upp hin 19. desember og sum veruliga fara at samansjóða eystara og vestara partin av Norðoyggjum.
Hetta er tað seinasta Norðlýsið fyri jól og samstundis tað seinasta í ár. Men hendir okkurt óvæntað, ið hevur tíðindavirði, kemur tað á heimasíðuna.
Gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár verður ynskt øllum lesarum, lýsarum og annars øllum, sum síggja hesar reglur.