Lýsing
Lýsing
Lýsing

Enn eitt álop á norðurøkið

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim, býráðslimur  |  02.01.2025 - 12:43 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Tað er hugstoytt og kann als ikki góðtakast, at landsstýrið nú loypur á fiskivinnuna í norðurøkinum við lógaruppskoti frá Dennisi Holm, landsstýrismanni.

 

Norðlýsið hevur greitt sera væl og álvarsamt frá hesum lógaruppskotinum, hvørs endamál enntá búskaparliga serfrøðin hevur mælt frá at seta í verk.

Uppskotið fer m.a. at raka og seta forðingar fyri fiskivinnuni í Klaksvík, Gøtu og Fuglafirði.

Hanus Hansen, reiðari í JFK í Klaksvík, hevur greitt alment frá, at hetta er eitt álvarsligt bakkast fyri reiðaríið.

Víðari hevur hann greitt frá, at tað gevur ikki meining og er órættvíst, at alivinnan og fiskivinnan, sum báðar eru tilfeingisvinnur, ikki fáa somu, ella í minsta lagi, líknandi treytir og karmar at virka undir.

Sum býráðslimur og annar varaborgarstjóri í Klaksvíkar býráð, kenni eg tað sum mína skyldu at mótmæla hesum ætlanum hjá landsstýrinum.

Eg heiti staðiliga á allar løgtingslimir, sum hava umsorgan fyri vinnuni, um at gera sína ávirkan galdandi.

Hetta kennist veruliga sum eitt álop, ikki bara á Norðoyggjar og Klaksvík, men á tað samlaða Norðurøkið.

Hetta økið hevur satsað og gjørt íløgur í fiskivinnuna, og tí hava vit sum øki ikki uppiborið slíka viðferð.


Klaksvík, 2. januar 2025
Jógvan Skorheim, býráðslimur og 2. varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum
Kondittarí Marietta: Fyrsti lærlingu­rin…