Lýsing
Lýsing
Lýsing
Samgongan er samd um at hækka pensiónsaldurin, meðan tað eru avbjóðingar við at fáa semju í henni um at stytta pensiónsvikuna, visti løgmaður at siga í Degi og viku í kvøld | Mynd: kvf.fo

Fingu lovað at sleppa at arbeiða minni – skulu arbeiða meira

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.01.2025 - 21:40 Tíðindi

Til løgtingsvalið í 2022 hevði Javnaðarflokkurin eitt vallyfti um at stytta arbeiðsvikuna. Hóast valskeiðið er meira enn hálvrunnið, er framvegis onki lógaruppskot um tað enn lagt fram. Men eftir kravi frá Ruth Vang leggur Sirið Stenberg fram eitt uppskot fram um tað øvuta, nevniliga at føroyingar skulu arbeiða longri. Og tí tekur løgmaður undir við, segði hann í Degi og viku.

 

 

Hóast lyftið hjá Javnaðarflokkinum er væl eldri enn kravið frá Ruth Vang, so tykist tað at fella landsstýrissamgonguni, og sambært løgmanni eisini samgongutingfólkum, lættari at áleggja føroyingum fleiri byrðar enn at lætta um hjá fólki. Tí enn hómast onki til, at lyftið um at lætta um hjá fólki við styttri arbeiðsviku hevur nakran skund fyri samgonguna.

Kravið um at leingja aldursmarkið fyri, nær føroyingar kunnu sleppa av arbeiðsmarknaðinum, er longu á skinnarum, og sambært løgmanni er samgongan samd um tað, so tað verður uttan iva samtykt uttan svørðslag. Hinvegin gongst illa hjá løgmanni at fáa forstáilsi í skipanini fyri at lætta um hjá føroyingum, og tí gongst striltið við at fáa styttu arbeiðsvikuna á dagsskrá.

Vit skulu tí rokna við at muga arbeiða eitt væl longri áramál, meðan stór óvissa valdar um, hvørt arbeiðsvikan í heila tikið verður stytt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…