Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: nsi.fo

Hevur KÍ mist atdráttarmegina?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.01.2025 - 16:26 Ítrottur Tíðindi

Landsliðsleikarin Brandur Hendriksson Olsen er í dag kunngjørdur í NSÍ. Tað undrar helst fleiri, hví KÍ ikki longur fær teir bestu føroysku landsliðsleikararnar.

Hevur KÍ mist adráttarmegina (''tiltrekningskraftina'') fyri teimum bestu føroysku leikarunum? Tað kann ein spyrja nú Brandur Hendriksson Olsen í dag hevur gjørt langan sáttmála við NSÍ. Tí tað er bara eitt ár síðani, at NSÍ eisini fór avstað við Peturi Knudsen, sum fekk flest málstig í kappingini og eins og væntað bleiv besta ’’keypið’’ tann veturin. Fyrr í vetur fór NSÍ avstað við einum øðrum landsliðsleikara, Jann Benjaminsen. Og liðskiparin á U21-landsliðnum, Noah Mneney, sum eisini var á A-landsliðnum seinast, skifti í vetur til HB. Við øðrum orðum fara útisetarnir, tá teir venda heimaftur, nú til onnur feløg, har teir fyrr fóru til KÍ. Dømini eru Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson og Patrik Johannesen. Patrik er nú aftur í KÍ, men tað skyldast kanska fyrst og fremst hansara tilknýti til KÍ frá 2019-20. Tað kann í summum førum hava góðar grundgevingar sum t.d. við Jann Benjaminen, har KÍ hevur ein góðan lokalan landsliðsbakk, men Jann kann eisini røkja vinstra bakk, har KÍ manglar leikara. Tað er meir samlaða heildin, har tað í hesum føri eru fýra landsliðsleikarar uppá eitt ár, sum skifta felag, men fara til onnur feløg.

KÍ hevur annars nógvar fortreytir fyri at fáa teir bestu føroysku leikararnar. Hægstu lønirnar eru í KÍ sambært roknskapunum hjá felagunum síðstu árini, umstøðurnar eru tær bestu í KÍ, nógvir av bestu leikarunum, sum eru antin lokalir ella komu til árini 2020-2022, eru í KÍ og í KÍ spælir ein frammanfyri flestu áskoðarunum. Og í KÍ er søguliga sæð síðstu árini besti møguleikin at sýna seg fram í altjóða fótbólti við bólkaspæli einaferð og tvær ferðir play-off. Tí kann tað undra, at KÍ ikki longur fær teir bestu føroysku leikararnar.

Ein annar leikari úr uppstillingini á landsliðnum gongur uttan sáttmála. Tað er Meinhard E. Olsen. Hann hevur vant við KÍ millum jóla og nýggjár (tó sum skilst bara fyri at halda seg í gongd), men hann er uppaldur í NSÍ. Havandi søguna síðsta árið í huga, so er kanska líka sannlíkt, at hann endar í NSÍ sum í KÍ, um hann velur at koma aftur til Føroyar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jesper Theilgaard á Torradøgunum
Filmur: Søgur úr fuglahúsinum
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin…
Ben Lamin til KÍ
Nógvur vindur í nátt og morgin ári
Royn Special Olympics ítrótt í Klaksvík
Løgting í myrkri
Grandmas Basement og Herborg Torkilsdótt…
Húsið millum vatna verður av ongum
Torradagar 17. – 22. februar
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
Erik Biskopstø vitjar í Norð­lýsinum
Carmen fyri børn
Elveitingin norður um fjall styrkt
Lands­stýrið hevur tikið eitt lán á 350 m…
Samrøða við Ólá á Gravarbø
Harrapoddur 3 Tórik Rouah
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fól…
Vápnahvíld millum Hamas og Ísrael á trap…
Virðisøking í fiski­vinnuni