Lýsing
Lýsing
Lýsing

Friðarkonsert í Reinsarínum

SKRIVAÐ: Henrik Weihe Joensen, fyriskipari  |  07.01.2025 - 07:52 Politikkur Tíðindaskriv

Bjóðað verður til friðarkonsert í Reinsarínum í Tórshavn fríggjadagin 17. januar 2025 kl. 20:00. Friðarkonsertin tekur støði í friðargonguni, sum varð hildin fyri góðum hálvum ári síðani.

 

Endamálið við friðarkonsertini er – eins og tað var við friðargonguni – at varpa ljós á friðartilgongdir og vápnaavdubbing, heldur enn kríggj og vápnadubbing í krígsraktu økjunum.

Luttakandi tónleikarar verða Rani Nolsøe, Martin Joensen, Jens Marni Hansen, Herborg Torkilsdóttir og Magni Christiansen.

Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard perspektivera vápnadubbing mótsett ávíkavist friðartilgongdum og fátækradømi.

Kríggini halda áfram við ótálmaðari megi, og hótta nú av álvara heimsfriðin samanhildið við ein alsamt harðari orðaleik og polarisering, har fólkasløg verða sett upp ímóti hvør øðrum við fígginda- heldur enn vinamyndum.

Enn røkist tíverri einki fyri friði. Fleiri túsund sivilir borgarar og herfólk hava latið lív síðani kríggini byrjaðu. Kríggj kunnu elva til fólkamorð, sum Holocaust dagurin minnir okkum á ikki má henda aftur.

Friðarkonsertin er, eins og friðargongan var, politiskt óheft eisini við tí endamáli, at sameina og samansjóða fólk við ymiskum sjónarmiðum viðvíkjandi kríggjunum í Ukraina og Miðeystri.

Um nakar, so kann tónleikurin sameina fólk og fólkasløg; tí er tað við vónini um góða undirtøku í sambandi við friðarkonsertina 17. januar, har tað ikki er avgerandi, hvørja átrúnaðarliga og/ella politiska støðu hvør einstakur hevur til viðurskiftini í krígsraktu økjunum.

Við friðarkonsertini vilja vit í felag vísa á týdningin, at friðartilgongdir verða settar í verk skjótast gjørligt, soleiðis at fólkini í Ukraina, Russlandi, Ísrael og Palestina fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj.

Fólk eru vælkomin, at hava ljós við sær í sambandi við friðarkonsertina, har ljósið ímyndar eina vón um frið í teimum londum, har kríggj, yvirgangur og ófriður valdar:

Røddir tagna av vápnum

men

tey kunnu tagna av røddum

um

 tær menta og virða

hvørja aðra

meira enn vápnið

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…