Lýsing
Lýsing
Lýsing
Var tað bara eitt haltkjaft-bomm til føroyingar, tá tað á Ríkisfundinum í Aalborg í august bleiv sagt, at ein §6-nevnd skuldi setast at loysa trætumálið millum Danmark og Føroyar viðvíkjandi limaskapi í WTO? Enn hava vit onki frætt frá nevndini | Mynd: Rene Schütze/Ritzau Scanpix

Hvar bleiv WTO-nevndin av?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.01.2025 - 08:31 Politikkur Tíðindi Vinna

Í august 2024 meldaðu bæði Mette Frederiksen, forsætisráðfrúgv, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, út, at ein nevnd skuldi setast sambært §6 í Heimastýrislógini at loysa trætumál millum Danmark og Føroyar. Hetta gjørdu tey í sambandi við, at danskir løgfrøðingar ferð eftir ferð noktaðu føroyingum at gerast limir í WTO. Tey vóru eisini samd um, at tað skuldi ganga skjótt við at fáa ein úrskurð. Men síðani hava vit onki frætt frá nevndini.

 

 

Við undiryvirskriftum sum ”Skal gå hurtigt” og útmeldingum sum ”Mette Frederiksen [...] lovede, at arbejdet med at sætte gang i processen vil gå i gang med det samme” í DR proklameraðu tey bæði, at tey vóru samd um, at tað var neyðugt at fáa eina skjóta loysn á málinum. Nevndin skuldi beinanvegin mannast við 2 umboðum fyri Føroya Landsstýri, 2 umboðum fyri donsku stjórnina og 3 limum, sum Hægstirættur tilnevndi.

Hetta var sum nevnt í august í fjør. Av tí at málið tá varð mett at hava skund, farast skuldi í gongd beinanvegin, og tað skuldi ganga skjótt, kundi almenningurin tí roknað við, at nevndin nú fyrst í 2025 kom við eini ársfrágreiðing fyri fundarvirksemið í nevndini í 2024, og eini meting fyri, nær niðurstøðan fór at fyriliggja.

Men vit hava onki hoyrt og sita tí við spurningum sum: Hvørji eru tey bæði føroysku umboðini í nevndini? Hvørji eru tey donsku? Hvussu nógvar fundir hevur nevndin havt higartil? Hvussu er stevið og samstarvið í nevndini? Er onkur sum roynir at ”sylta” arbeiðið, eftirsum vit onki frætta frá tí?

Og tí grundleggjandi spurninginum:

Bleiv nevndin nakrantíð sett?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hilda og Krista vitjað í Norð­lýsinum
Tak yvir høvdið - ella føtur undir egið…
 Tjóðveldi stuðlar grønlendska fólkinum 
Samrøða við Oddur Joensen
Samrøða við Jónleif Johannesen
Seinasta paradís á jørð á størstu filmss…
Uppskot um nýggjan landbúnaðar­politikk 2…
CNN skemtar um at USA tekur Grønland við…
Kristoffer Ødemarksbakken er 8. frágongd…
Oddur Joensen og Jónleif Johannesen vitj…
Trý grønlendsk skip á MEST í januar
Sonur Trump tók Grønland uppá orðið
Hvar bleiv WTO-nevndin av?
Oljuavgjaldið hóttir norsku fiski­vinnuna…
Friðar­konsert í Reinsarínum
Vetrarjazz jazzpass
Djóni: Skúla­dagu­rin skal styttast
KÍ hevur fingið nýggjan bakk
Broyting av almennu byggisamtykt­ini fyri…
Kvøldarmyndir av heimstaðnum