Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er í einum skemtiligum tóna, men tosað verður eisini í álvara um at fáa Grønland undir amerikanskt vald | Mynd: CNN skíggjamynd

CNN skemtar um at USA tekur Grønland við valdi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.01.2025 - 11:25 Tíðindi

Men tað er ikki bara skemt, tí politiski strategurin Scott Jennings nevnir eisini, at tað væl hevði borið til fyri USA.

 

 

– ”Har búgva ikki so nógv fólk í Grønlandi, so vit kundu væl tikið tað”, sigur Jennings, sum millum annað hevur arbeitt undir George Bush. Men hann heldur, at USA í fyrstu syftu eigur at leggja eitt fíggjarligt boð fram um keyp av Grønlandi, og samanber tað við, tá ið USA keypti Alaska frá Russlandi.

Víðari sigur hann, at Grønland er ríkt upp á mineralir, sjáldsom jarðarsløg og at USA longu hevur ein basa har. Harumframt hevði tað givið USA ein skansa ímóti Russlandi, sigur Scott Jennings við CNN.

Tá ið tíðindakvinnan hjá CNN, Abby Philips, spurdi um møguleikan fyri at taka Grønland við hervaldi, varð flent í studio’inum.

Brotið frá CNN kann síggjast her: https://x.com/Acyn/status/1876470867259187378

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…