Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppskot um nýggjan landbúnaðarpolitikk 2025-2035 sent til hoyringar

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og vinnumálaráðið  |  07.01.2025 - 14:21 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Í dag hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið sent uppskot til nýggjan landbúnaðarpolitikk 2025-2035 til almenna hoyring.

 

Endamálið við landbúnaðarpolitikkinum er, at Føroyar í mest møguligan mun gerast sjálvbjargnar við burðardyggum, heilsugóðum, stuttfluttum, staðbundnum landbúnaðarvørum.

Uppskotið er gjørt við støði í tilmælum, sum eru komin fram á verkstovu, har feløg, einstaklingar og stovnar, ið umboða og hava áhuga í landbúnaði, viðgjørdu málini fyri føroyska landbúnaðin. Eisini hava verið kunnandi fundir við politisku flokkarnar um nýggja landbúnaðarpolitikkin.

 

Málini fyri landbúnaðin:

Í landbúnaðarpolitikkinum verða m.a. ásett mál fyri:

-          Økta landbúnaðarframleiðslu fyri grønmeti, kjøt, mjólkarvørur, stráfóður og annað fóður – harundir sølumøguleikar, sláturvirki, Mvg-frítøku av føroyskum landbúnaðarvørum, øktan landbúnaðarstuðul o.a.

-          Betri lønsemi í landbúnaðinum.

-          Íløgur og samstarv í landbúnaðin við handilsvinnu, matstovuvinnu og ferðavinnu.

-          Heilsugóðan mat í almennum køkum.

-          At gera tað lættari hjá føroyskum húsarhaldum at keypa føroyskar landbúnaðarvørur til sámiligan prís.

-          At verja bestu landbúnaðarjørðina og tryggja burðardygd og djóravælferð.

-          Vitan, útbúgving og gransking í landbúnaðinum.

Samlaður pakki við ítøkiligum lógaruppskotum og kunngerðarbroyting:

Til tess at landbúnaðarpolitikkurin kann fremjast í verki og ítøkiligar broytingar verða settar í verk, verður hann lagdur fram sum ein samlaður pakki við fleiri lógaruppskotum og einari kunngerðarbroyting.

Talan er um hesi uppskot:

1.      Uppskot til samtyktar um landbúnaðarpolitikk 2025-2035.

2.      Landbúnaðarpolitikkur 2025-2035: “Landbúnaðarpolitikkur til framtíðina”.

3.      Broyting í løgtingslóg um landsjørð – har endamálið er at verja bestu landbúnaðarjørðina umframt aðrar broytingar.

4.      Broyting í løgtingslóg um búnaðargrunn – har endamálið er, at Búnaðargrunnurin kann styrkja heimildirnar at fíggja og stuðla fjølbroytta og økta landbúnaðarframleiðslu og átøk.

5.      Nýtt lógaruppskot um landbúnaðarstuðul.

6.      Uppskot til broyting í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands, har landbúnaðurin fær umboð í nevndina.

7.      Uppskot til broyting í kunngerð um at umsita landsjørð, har m.a. prísirnir fyri at selja landsjørð verða dagførdir og hækkaðir.

 

Vóna nógv hoyringarsvar

Talan er um uppskot, ið viðgera týðandi tættir í øllum føroyska samfelagnum og í føroyskari søgu og mentan. Tí eru óivað nógvar ymsar hugsanir og meiningar um uppskotini.

Tískil vóna vit, at nógv hoyringarsvar far at koma til uppskotini, sum síðani verða viðgjørd og uppskotini kunnu rættast og tillagast, áðrenn uppskotini verða løgd fyri Løgtingið.

Uppskotini eru at finna á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum  og freistin at viðmerkja er 3. februar 2025,

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

6. januar 2025

Lýsing
Seinastu tíðindini
Øgiligur Trump vil hava Grønland, Canada…
Jarlov: Grønland er og verður danskt
Hilda og Krista vitjað í Norð­lýsinum
Tak yvir høvdið - ella føtur undir egið…
 Tjóðveldi stuðlar grønlendska fólkinum 
Samrøða við Oddur Joensen
Samrøða við Jónleif Johannesen
Seinasta paradís á jørð á størstu filmss…
Uppskot um nýggjan landbúnaðar­politikk 2…
CNN skemtar um at USA tekur Grønland við…
Kristoffer Ødemarksbakken er 8. frágongd…
Oddur Joensen og Jónleif Johannesen vitj…
Trý grønlendsk skip á MEST í januar
Sonur Trump tók Grønland uppá orðið
Hvar bleiv WTO-nevndin av?
Oljuavgjaldið hóttir norsku fiski­vinnuna…
Friðar­konsert í Reinsarínum
Vetrarjazz jazzpass
Djóni: Skúla­dagu­rin skal styttast
KÍ hevur fingið nýggjan bakk