Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tá Klaksvíkar Elverk fór undir SEV í 1963 varð skrivað undir uppá, at SEV altíð skuldi kunna forsýna Norðoyggjar við streymi. Tann skyldan verður fleiri ferðir um árið ikki yvirhildin. | Mynd: Faroephoto

Hetta kann SEV ikki bjóða fólki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.01.2025 - 23:13 Leiðarin Vinna

So hendi tað aftur-aftur-aftur. Ein feilur í eini aðrari oyggj gjørdi, at Norðoyggjar enn eina ferð lógu uttan streym, enntá longri enn oyggin sjálv og restin av landinum. At Norðoyggjar sortna vegna ein feil aðrastaðni er nakað, sum hendir ferð aftaná ferð aftaná ferð. Norðlýsið hevur skrivað fleiri greinar um tað, og lesarar venda sær hvørja ferð til lokalmiðilin og kæra sína neyð. SEV er kommunalt, so kommunurnar í Norðoyggjum eru umboðar í SEV. Lurtar SEV heldur ikki eftir sínum egnu?

 

 

Lesarar hava aftur vent sær til Norðlýsið og víst á nøkur viðurskifti. Eitt nú at tað er sáttmálabrot, sum SEV fremur. Tá ið Klaksvíkar Elverk fór upp í SEV í 1963 varð sáttmáli gjørdur, sum segði, at SEV altíð skuldi kunna forsýna Norðoyggjar við streymi. Tað er langt ífrá, at tað verður gjørt í dag, skrivar lesarin, og heitir á avvarðandi partar um at finna sáttmálan fram aftur.

Ein annar lesari skrivar, at áður vóru tvær linjur um Leirvíksfjørð, ein 60 KV og ein 20 KV. Í dag er ein 20 KV-kaðal førdur ígjøgnum undirsjóvartunnilin, men endar beint uttanfyri tunnilin og er ikki førdur víðari norður á Strond. Hetta merkir, at Norðoyggjar bara verða forsýnaðar gjøgnum 60 KV-kaðalin, og tað gevur so stórar trupulleikar, tá feilur er á 60 KV í Skálafirði.

Her á redaktiónini sjálvari hava vit ferð eftir ferð víst á, at tað einasta rætta hevði verið at havt eina sjálvstøðuga elveiting fyri Norðoyggjar.

Hvørja ferð – og tað er ofta – streymurin í meginøkinum verður burtur, so síggja vit, hvussu væl tað riggar fyri Suðuroynna at hava sína egnu, sjálvstøðugu ravmagnsveiting. Suðuroyggin verður ikki rakt av tí, at okkurt er galið í Skálabotni ella á Sundsverkinum. Tað hevði verið vælsignað at havt somu skipan sum suðuroyingar.

Vit hoyrdu eisini ófrættakend tíðindi av Landssjúkrahúsinum, sum søgdu, at Læknavaktin 1870 var farin í svart vegna streymslitið. Heitt varð á fólk um at ringja til læknarnar persónliga, troppa upp á sjúkrahúsunum ella ringja 112. Tað fortelur bara, at tað er beinleiðis vandamikið at leggja øll eggini í eina kurv og dúva uppá streymin frá SEV til meginøkið. Til tess er streymveitingin í meginøkinum ov svikalig.

Umboðini hjá kommununum í Norðoyggjum mugu taka hesar trupulleikarnar upp inni í SEV. Tað ber ikki til at stinga høvdið í sandin longur og látast sum um, at SEV hevur eina álítandi streymveiting í dag. Til fyrstkomandi fund í SEV eigur at verða løgd ein ætlan fyri, hvussu netið hjá SEV kann skiljast sundur í nakrar smærri eindir, sum eru innanhýsis óheftar hvør av aðrari. Tað kundi til dømis verið ein sjálvstøðug eind í hvørjari sýslu. Fyrimyndin eigur at vera Suðuroy.

So leingi vit búgva í Føroyum, fara vit helst altíð at uppliva streymslit. Tað mugu vit brynja okkum til. Men tað er ikki neyðugt, at alt landið uttan Suðuroyggin skulu liggja í streymloysi í tímavís, bara tí ein feilur er á einum av virkjunum hjá SEV. Hesar smærru eindirnar kring um landið skuldu havt samdøgursmanning, soleiðis at tað altíð vóru fólk á støðunum, og hevði tað uttan iva gjørt tað nógv skjótari at funnið feilirnar og rættað teir, so hvørt teir uppstóðu.

Alternativt eigur at verða hugt at eini backup-skipan, sum koyrir parallelt við verandi skipan uttan at vera bundin í hana, og sum kann koblast í, tá megin-streymveitingin svíkur.

Tí hetta kann SEV ikki bjóða fólki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindin ikki dripin í kvøld
Botnfrádráttur & fátækradømi
Størsta nýggjársbrakið verður sent beinl…
Grind funnin á Árnafjarðarvík
Norskir leikarar steðga hægst eitt ár í…
Hvørji eru Føroya bestu leiðarar og mill…
Seinasta prædikan hjá Johan Nielsen
Barna­filmfestivalurin
Føroyar og nýggi felagsskapurin
Reyði Pantarin Cup
Sambands­flokku­rin bjóðar NÝTT SAMBAND
Ríkisfundur og fundur í samstarvsráð­num…
Samrøða við Hildu Viderø og Kristu Hvann…
Hetta kann SEV ikki bjóða fólki
Øgiligur Trump vil hava Grønland, Canada…
Jarlov: Grønland er og verður danskt
Hilda og Krista vitjað í Norð­lýsinum
Tak yvir høvdið - ella føtur undir egið…
 Tjóðveldi stuðlar grønlendska fólkinum 
Samrøða við Oddur Joensen