Lýsing
Lýsing
Lýsing

At vera eitt land ella ikki at vera eitt land

SKRIVAÐ: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi  |  09.01.2025 - 23:04 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er spurningurin, sum vit í Føroyum hvønn dag missa av, at vit ikki hava tikið støðu til. Vit skulu sjálvandi ikki vera eitt isolerað land, tí tað loysir seg ikki fyri nakran. Men vit mugu taka støðu til um vit skulu byrja við, at valdið liggur hjá fólkinum í Føroyum. Og ikki sum í dag hjá fólkatinginum gjøgnum danska kongin frá Gudi.

 

 

 

Avmarkandi skipanin verður lýst við donsku grundlógini og tí kunnu vit ikki nógv av tí, sum mann kundi hugsað sær úr Føroyum. Vit kunnu ikki sjálvi velja í hvønn mun vit vilja lata burtur av okkara frælsi sum tjóð, tí vit hava ongantíð veruliga havt tað.

Ikki tí, vit hava eisini gjøgnum nógv ár ment og tambað støðuna soleiðis, at nógv ber til. Men alt er ótrúliga trekt.

Taka vit fiskivinnuavtalur við onnur lond, so bar tað nærmast til av óvart og tí Danmark valdi at lata sítt frælsi á tí økinum til ES. Taka vit undirgrundina, so var togtogan um hana í nógv ár. Og skuldi tað hent, at málið millum Føroyar og Danmark um møguleikan fyri føroyskum limaskpi í heimshandilsfelagsskapinum (WTO) endar við, at Føroyar kunnu tað, so hevur tað eisini verið eitt óneyðugt stríð gjøgnum nógv ár. Endar støðan hinvegin við, at vit ikki kunnu vera limir í WTO, so eru vit aftur við byrjanina: Vit verða skaðiliga ávirkað av donsku grundlógini, og mugu gerast ein statur fyri at koma úr neyðini.

Tað, sum vit longu vita er trupulleikin við Norðurlandaráðnum, Olympisku leikunum og so framvegis.

Men eitt er ítøkiliga forðingin av ikki at vera ein statur, sum sjálvur ger avtalur. Avmarkingin er minst líka nógv mental. Bæði hjá okkum sjálvum, sum illa duga at hyggja út um Danmark, tá okkurt skal gerast, men í enn størri mun hjá teimum londunum, ið vit skulu samstarva við.

Tá vit fortelja hvørji vit eru, so hoyra tey ikki Føroyar. Tey hoyra Danmark.

Tí er fyrsti spurningurin altíð: ”Er hetta okey við Danmark?”, ella: ”Vit hava eina avtalu við Danmark, so tað er ikki neyðugt at tosa við tykkum.”

Einasta veruliga loysnin er tí, at vit skipa Føroyar sum ein stat. Tá blíva bæði ítøkiligu forðingarnar, trekleikin og mentalu bremsurnar burtur.

Verða tær tað, so kunnu vit nógv. Eg kann taka nøkur fá dømir.

 

-        Olympisku leikirnir í Brisbane 2032. Føroyar hava 20 luttakarar, umframt hondbóltslandsliðið hjá monnum. Føroyar fáa tvey heiðursmerkir. Gull í rógving og silvur í svimjing. Hondbóltslandsliðið kemur úr bólkaspælinum við millum annað at vinna á Spania. Føroyar klára seg hartil rættiliga væl í frælsum ítrótti, judo, taekwondo og bogaskjóting.

 

-        Øll fiskirættindi hjá Føroyum verða veidd, og alt verður gagnnýtt. Orsakað av heimskenda kvalitetinum av føroyskum fiski eru fríhandilsavtalur komnar í lag við allar týðandi marknaðir. Japan var fyrst og onnur lond í fjareystri stutt eftir. Laksaalingin er aftur økt, tí stór framleiðsla er á opnum havi. Hóast samlaða laksaframleiðslan í heiminum er økt munandi eru framvegis milliardir av menniskjum, sum ongantíð hava roynt laks. Stóra Bretland er framvegis ein sera týðandi marknaður fyri fryst toskaflak, men ein heilt stórur partur fer eisini til salfiska-marknaðin í Suðuramerika. Bankatoskur verður seldur til matstovur í USA og Evropa fyri 1.500 krónur fyri kilo. Skræða og annað verður selt til heilivágs- og vakurleikaídnaðin.

 

-        95 prosent av hvørjum árgangi tekur størsta partin av sínari útbúgving í Føroyum. Gjøgnum Erasmus+ og aðrar skipanir eru góð 30 prosent av teimum, ið nema sær útbúgving, ið taka ein part uttanlands. Bæði Fróðskaparsetrið, Vinnuháskúlin og teknisku skúlarnir hava altjóða breytir, sum bæði føroyingar og útlendingar taka. Okkurt er sum eitt ískoyti og okkurt heilar útbúgvingar.

 

-        Føroyar blíva nummar 27 til evropeisku sangkappingina (Eurovision). Aftaná eru vit øll samd um, at tað ikki var rætti sangurin, sum kom víðari úr innleiðandi umfarinum í Føroyum. Úrslitið er kortini góðtikið, tí Danmark varð nummar 35.

 

-        Nýggir tøkniligir møguleikar og lóggáva hava við sær, at øll kunnu virka í Føroyum, um bert tey duga føroyskt og enskt.

 

-        Ein føroysk rættarskipan, sum er fíggjarliga raðfest av politisku skipanin og keypir nakað av serfrøði úr øðrum londum, hevur við sær, at bíðilistarnir til at koma fyri rættin eru burtur. Grovi kriminaliteturin er minkaður munandi. Ein partur av orsøkini er, at øll sita dóm í Føroyum, og tí ikki koma í samband við harðastu umhvørvini. Men tað spælir eisini inn, at ein føroyskt stýrd og fíggjað løgregla loftar persónum, áðrenn tey koma út í grovan kriminalitet. Stóra avbjóðingin hjá politisku skipanini er at taka støðu til, hvørjar revsingar verða mettar hóskandi, nú revsirætturin tekur útgangsstøði í føroyska samfelagnum.

 

-        Onki barn verður orsakað av sjúku ella øðrum orsøkum sent av landinum at vera ella fáa viðgerð í longri tíð. Sosialu skipanirnar í Føroyum verða settar soleiðis saman, at børnini so vítt gjørligt eru í Føroyum, meðan vitan og útbúgving kemur úr øllum okkara grannalondum – serliga úr Norðurlondum og Danmark, sum hóast alt enn hevur skipanirnar, ið vit kenna best.

 

-        Á heilsuøkinum eru framvegis nøkur, sum mugu av landinum til viðgerðar, tí fremsta serfrøðin ikki er í Føroyum. Tó verður størsti parturin gjørdur úr Føroyum. Tænasturnar, sum ikki verða veittar í Føroyum verða sendar í útboð millum heilsuverk í okkara grannalondum.

 

-        Føroyar eru sjálvveitandi við eplum og nøkrum øðrum sløgum av grønmeti. Aðrar matvørur verða innfluttar úr fleiri ymiskum londum. Við føstu skipasambondunum til Bretlands og serliga til evropeiska meginlandið eru mynstrini púra broytt. Prísirnir í handlunum eru framvegis lutfalsliga høgir samanborið við onnur lond, tí økta sambandið við umheimin á øllum økjum hevur hækkað um lønir og livistøði í Føroyum.

 

-        Øll umrøða av grøna orkuskiftinum er liðug. Framleiðslan er ríkiliga stór. Stóra diskussiónin er, um vit skulu samstarva við Bretland ella Noreg um kápilin til alla avlopsorkuna hjá okkum. Tað eru framvegis nøkur hús og bilar, sum verða hitað og drivin við fossilum brennievni. Men tey verða sædd eitt sindur sum tey, sum brúktu kolkomfýr í 1990unum.

 

-        Føroyar rinda egið limagjald í NATO. Vit halda tað ofta vera rættiliga dýrt, tí vit vildu fegin brúkt pengarnar uppá okkurt annað. Men so hvørt sum tørvurin á herfólki er minkaður, orsakað av broyttari tøkni, er onki trýst á okkum frá vesturheiminum um at veita herfólk.

 

-        Telefonir, teldur, nettænastur, stroymingartænastur og allir aðrir pallar finnast á føroyskum. Landið hevur brúkt nakað av pengum at fáa viðurskiftini í rætt lag, meðan nýggj tøkni hevur hildið kostnaðinum á einum góðum stigi. Ongin ger longur ítøkiliga arbeiðið at umseta skúlabøkur og aðrar bøkur. Tilfarið verður bert gjøgnumlisið og rættað, har smáir manglar eru.

 

Eg veit væl, at hendan uppremsanin er eitt sindur vandamikil, tí har stendur nógv um økir, sum eg ikki havi fult innlit í. Og so er tað eisini yvirhøvur ógjørligt at meta um framtíðina – serliga júst hvussu skjótt ting fara at henda. Men tað eru heilt víst onnur, sum betri kunnu vísa, um okkurt av hasum er for ambitiøst í mun til tøkni og møguleikar annars, og um okkurt kanska er alt for óambitiøst.

Men poengið stendur framvegis: Vit brúka í løtuni heilt nógva orku bæði í politisku skipanini og nógva aðrastaðni í okkara samfelag at diskutera, um vit yvirhøvur skulu hava møguleika at fara nakran veg ella ikki.

Tí vil eg halda uppá, at tað skilabesta fyri Føroyar er, at vit beinanvegin taka støðuna at skipa okkum sum ein stat. Eftir tað kunnu vit saman taka støðu til, hvussu vit velja at lata burtur av okkara fyri at fáa betri samband við hini, og veruliga brúka teir møguleikar, sum ein opin heimur gevur okkum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grind verður hildin til
At vera eitt land ella ikki at vera eitt…
Símun Kalsø til EB/­Streym
Útróðurin á Stongunum ótolandi umstøður
Rani: - Eg fari at geva mína fyrstu bók…
- Vit kundu lættliga blivið nummar eitt
Grindin ikki dripin í kvøld
Botnfrádráttur & fátækradømi
Størsta nýggjársbrakið verður sent beinl…
Grind funnin á Árnafjarðarvík
Norskir leikarar steðga hægst eitt ár í…
Hvørji eru Føroya bestu leiðarar og mill…
Seinasta prædikan hjá Johan Nielsen
Barna­filmfestivalurin
Føroyar og nýggi felagsskapurin
Reyði Pantarin Cup
Sambands­flokku­rin bjóðar NÝTT SAMBAND
Ríkisfundur og fundur í samstarvsráð­num…
Samrøða við Hildu Viderø og Kristu Hvann…
Hetta kann SEV ikki bjóða fólki