Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jógvan Horn

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.01.2025 - 12:47 Tíðindi Veðrið

Kalt og stiilt í dag. Vindmátarar kring landið vísa upp í 3 m/s av ymsum ættum, og hitamátarar vísa, at hitalagið liggur um frostmarkið. Loftið er klárt í nógvum støðum. Hetta er hátrýstveður.

Hátrýstveður er vanliga gott veður – lítið av vindi og á vetrardegi kalt. Klára loftið ger, at tað lítla av varma, sum er komið frá sólini, fer upp í lufthavið og hvørvur. Var samdrigið, slapp varmin ikki vekk.

Hátrýstið gongur spakuliga eystureftir, og tí verður góðveðrið ikki liggjandi. Í kvøld fer ættin niður í sunnan, tí eitt djúpt lágtrýst nærkast Føroyum vestaneftir.  

Seinnapartin fer tað at vera 3 til 8 m/s av útsynningi, út á kvøldið lot sunnan, minni enn 6 m/s. Loftið hálv- ella smáskýggjað og okkurt ælið við kava, í støðum vátaslettingur. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 stig, í nátt niður í 3 kuldastig í støðum.

Í morgin 5 til 10 m/s av suðuri, skiftandi skýloft og okkurt ælið, í støðum vátaslettingur. Um náttina veksandi vindur upp í 8 til 13 m/s. Hitin millum 1 og 5 stig, sum frálíður millum 3 og 8 stig.

Sunnudagin 10 til 15 m/s av útsynningi og suðuri, í støðum upp í 18 m/s. Tað er skrið. Loftið samdrigið og regn. Hitin millum 5 og 10 stig.

Kaga vit heilt skjótt í veðurkortini longur fram enn bara vikuskiftið, so fara vit at hava sunnan og útsynning alla vikuna, sum kemur. Viðhvørt heilt frískur vindur, kanska upp í storm í miðvikuni.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…