Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tórshavnar Gongufelag telur um heili 200 limir og er sera virkið | Mynd: Dávur Winther

Tórshavnar Gongufelag á vitjan

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  14.01.2025 - 08:35 Mentan Tíðindi

Felagið telur um heili 200 limir og er sera virkið. Ganga nógv, men hava eisini ávísar vitjanir á skránni.

Longu nú er skráin fyri teirra gonguferðir í 2025 løgd, so tey vita, havt teimum stendur í boði eitt heilt ár fram.

Tey ferðast eisini til ymisk støð at síggja seg um, so sum síðsta leygardag, tá ið limir úr Tórshavnar Gongufelag vitjaðu Varpið og fingu eina fragreiðing um húsið og virksemið har frá Dáva Winther.

Síðani gekk leiðin um miðbýin, har greitt var frá nógvu byggjuætlanunum har, yvir í neystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Har greiddi Sonja Kjølbro hugtakandi frá teirra arbeiði, arkitekturi og ikki minst serstøku listini hjá Edward Fuglø - ein bátur hjá Niklas í Koltri, sum er sundurtikin og bygdur uppaftur sum eitt listaverk - ein dreki, ið hevur vakt stóran áhuga fýri húsinum víða um.

Húsið er annars so sermerkt, at tað stóð til ein altjóða arkitektaheiður í fjør. Jú, sanniliga man hetta vera heimsins flottasta og besta róðrarneyst. Úrslitini eru eisini hareftir.

Leiðin lá so til Norðoya Fornminnasavn. Tá ið lagt varð upp til at koyra, tí kavaveður var, varð mótmælt! Nei, vit skulu ganga, bleiv sagt - Vit eru eitt gongufelag!

Á Norðoya Fornminnasavni vísti Helena K. Sundsskarð runt í teimum ymsu hølunum, handlinum og gamla apotekinum, sum er tað einasta í ríkinum av sínum slag, umframt tað í Gamle By í Århus.

Eftir rundferðina fóru øll á vitjan á Kafé Fríðu, har tey fingu ein betri bita. Tey vóru takksom og hildu, at Klaksvík hevði nógv áhugavert at bjóða.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…