Frálík nýggjárskonsert
Leygarkvøldið 11. januar var boðið til nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum, sum var meir enn fullsett.
Hetta var, sum so oftani fyrr, ein heilt framúr konsert. Fantastisk!
Tað er at undrast á, at eitt so lítið land hevur eitt so stórt og væl mannað symfoniorkestur. At tey so eisini hava eitt kór afturat sær við heili 80 sangarum, ger upplivingina ikki minni.
Tað er eisini heilt serstakt at hoyra konsertina á staðnum, tó at sjónvarpið ber konsertina væl út um Tórgarð, har tú eisini fær høvið at síggja nógvar smálutir.
Føroya Symfoniorkestur er so mikið væl fyri, at tey spæla heili 5-6 konsertir um árið, og flyta tey seg eisini runt um í landinum.
Hesa skipan og ferðaætlan fegnast borgarstjórarnir í Klaksvík, Karl H. Johansen og í Runavík, Torbjørn Jacobsen almikið um, har m.a. vitjað verður bæði í Klaksvík og í Runavík.
Tí er so mikið gleðiligt, at avtala er gjørd millum Føroya Symfoniorkestur um at spæla regluliga í Varpinum - hetta við góðari hjálp frá m.a. Klaksvíkar býráð.
Føroya Symfoniorkestur og Annfinnur Heinesen fara at framføra ævintýrið, Veiða Vind í Varpinum 6. apríl 2025.
Ætlanin er, at 4000 børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya Størsta Orkestur spæla barnakonsertir í Varpinum og í Norðurlandahúsinum.
Sí nærri um hesa áhugaverdu konsert og ævintýr við Føroya Symfoniorkestri her