Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elveitingin norður um fjall styrkt

SKRIVAÐ: sev.fo  |  16.01.2025 - 10:35 Tíðindi

Nýggju tunlarnir norður um fjall eru ikki bert eitt stórt framstig fyri ferðslutrygdina og gerandisdagin hjá fólkinum á staðnum. Tunlarnir hava eisini við sær, at tað hevur borið til hjá Sev at dagføra og styrkja elnetið norður um fjall munandi.

 

Nakað áðrenn tunlarnir norður um Fjall lótu upp 19. desember 2024, varð sløkt fyri søguligari linju hjá Sev. Higartil hevur streymurin til økið verið veittur ígjøgnum loftlinjur, sum vegna veður og vind hava kravt nógv viðlíkahald. Hesar linjur eru nú tiknar úr rakstri og í staðin verður streymurin fluttur ígjøgnum kaðalar, sum eru lagdir í tunlarnar.

Á leið 18 km av elkaðali eru lagdir ígjøgnum og millum tunlarnar, og hetta er ein munandi dagføring av elveitingini. Orkutørvurin er nógv øktur seinastu árini, m.a. við smoltstøð á Viðareiði, so tørvur hevur leingi verið á at dagføra elveitingina. Tað er nú gjørt, og elveitingin norður um fjall er framtíðartryggjað fleiri ár fram.

 

Depilslinjan tikin út

Í tí sambandi er eisini nýggjasta fjallalinjan hjá Sev – 30 ára gamla Depilslinjan - endaliga sløkt. Hallur Biskopstø, installatørur og serfrøðingur hjá Sev fekk æruna av at sløkkja hana, nú hon ikki er neyðug longur.

”Tað er sorgblítt at taka linjuna út, men samstundis er hetta ein alvorliga spennandi løta”, sigur Hallur Biskupstø.
Tað eru fleiri fyrimunir við at leggja kaðlar, heldur enn at nýta linjur. Kaðlar eru betur vardir móti uttanhýsis ávirkan sum ódnarveðri og kulda. Og skulu umvælingar gerast, so er lættari atkomuligt kaðlunum, enn at ferðast um fjøll, fyri at bøta um linjurnar.

Nýggju 60 kV kaðlarnir veita orku til alt økið norðanfyri Klaksvík umframt stóra vinnuvirksemið í økinum. Við nýggju tunlunum eru væntanir til búðstaðarvøkstur í økinum, og tí er orkuførið (kapasiteturin) eisini økt og framtíðartryggjað.

 

 

371-1 er úti

Hallur Biskopstø, installatørur og serfrøðingur hjá Sev, brýtur av Depilslinjuna fyri seinastu ferð. 30 ára gamla linjan er nýggjasta fjallalinjan hjá Sev, og gongur millum verkið á Strond og Depil uppum Lokkan. Hon verður ikki sett í rakstur afur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
STÁSTÍÐ Í Klaksvík 8. Novembur - eitt kv…
Lagnudagu­rin í Tinganesi
Varpið: LIVANDI TÓNLEIKUR VIÐ KIM HANSEN…
Aphaca á OY Voxbotn 2026
Team Klaksvík nýggjan leikara
Nýggju lands­stýris­fólkini
Soleiðis er nýggja býtið av aðal­ráð­unum
Eirikur fær Fiski­vinnumál
Tilmælið nr 1 frá Nýskipa­nar­nevndini
Bíligari og burðadyggari valmøguleiki
Klakkur inni við 125 tonsum
Djóni, Bjarni og Jóhan missa sínar lands…
Góð lívfrøði – veikur marknaður 
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Tøma rottangar í Árnafirði og í Klaksvík
Heimligu lands­liðsleikarar­nir venja í Kl…
Jóannes Bjartalíð skal hava nýtt felag
Frítíðar- og stuttleikabátar skulu kanna…
- Tá ringast stóð til – tá var Jesus nær
Bókin “Todi” løgd fram í Klaksvík og í H…