Lýsing
Lýsing
Lýsing

Allar prostataskanningar verða nú gjørdar á Klaksvíkar sjúkrahúsi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.01.2025 - 13:17 Tíðindi

Sambært metingum hjá Sjúkrahúsverkinum, fer Klaksvíkar Sjúkrahús at gera millum 120 og 200 prostataskanningar um árið. Sostatt sleppur ein stórur partur av hesum monnum undan at fara av landinum til kanningar.

 

Nú verða allar prostataskanningar hjá føroyskum monnum framdar  við nýggja 3T MR skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Í desember í fjør vórðu fyrstu prostataskanningarnar framdar við nýggja skannaranum. Starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum eru í MR-toyminum, sum stendur fyri at gera allar MR-skanningarnar í Sjúkrahúsverkinum. Áðrenn 3T MR skannarin varð tikin í nýtslu í mai í 2024, varð farið undir eina tilgongd at førleikamenna starvsfólkini í MR-toyminum, at brúka nýggja skannaran.

Eg fegnist um at Sjúkrahúsverkið nú kann veita monnum í Føroyum eitt betri og tryggari tilboð um kanning fyri krabbamein í prostata. Sum heild lyftir nýggi MR skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi  diagnostiska øki í Sjúkrahúsverkinum, nú tað er møguligt at fremja fleiri og betri skanningar enn frammanundan, umframt at fleiri sjúklingar sleppa undan at fara til kanningar uttanlands. Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum

 

Fleiri prostataskanningar og betri tænasta

Í 2023 vórðu 23 menn sendir til prostataskanning í Danmark. Nú farið er undir at gera hesar skanningarnar í Føroyum, fer talið av skanningum at økjast nógv. Hetta tí, at framyvir verða allir menn skannaðir, í staðin fyri at gera biopsiir fyrst, fyri at staðfesta um tørvur er á at skanna fyri krabbamein í prostata.

Áður vórðu biopsiir gjørdar, heldur enn at ávísa allar sjúklingar til MR-skanning í Danmark. Kanningarhátturin við 3T MR skannaranum er tryggari og meira vinarligur fyri menninar. Harumframt er hesin kanningarhátturin í samsvari við nýggjastu tilmælini frá Sundhedsstyrelsen, Krabbameinsætlanini frá 2022 og Dansk Urologisk Selskab.

Sambært metingum hjá Sjúkrahúsverkinum, fer Klaksvíkar Sjúkrahús at gera millum 120 og 200 prostataskanningar um árið. Sostatt sleppur ein stórur partur av hesum monnum undan at fara av landinum til kanningar.

Í 2024 vórðu í alt  595 MR-skanningar gjørdar í 3T MR skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Við tveimum MR-skannarum í Sjúkrahúsverkinum er kapasiteturin stórur, og so at siga eingin bíðitíð at sleppa framat.

Við nýggja skannaranum fær borgarin eina betri tænastu í Føroyum. Fleiri skanningar kunnu gerast í Føroyum, sum áður hava verið framdar á viðgerðarstøðum uttanlands. Hetta er ein munandi betri tænasta til sjúklingar, sum nú sleppa undan, at fara av landinum til skanningar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stór seiðatorva innast á Vágni
Veðrið um vikuskiftið
Allar prostatas­kann­ingar verða nú gjørda…
Jesper Theilgaard á Torradøgunum
Filmur: Søgur úr fuglahúsinum
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin…
Ben Lamin til KÍ
Nógvur vindur í nátt og morgin ári
Royn Special Olympics ítrótt í Klaksvík
Løgting í myrkri
Grandmas Basement og Herborg Torkilsdótt…
Húsið millum vatna verður av ongum
Torradagar 17. – 22. februar
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
Erik Biskopstø vitjar í Norð­lýsinum
Carmen fyri børn
Elveitingin norður um fjall styrkt
Lands­stýrið hevur tikið eitt lán á 350 m…
Samrøða við Ólá á Gravarbø
Harrapoddur 3 Tórik Rouah