SEV: Sel óbrúkta streymin til skipini
SEV kundi stuðlað grøna orkuskiftinum við at strika dýru íbindingargjøldini. Tað hevði givið SEV møguleikan at selja streymorku, sum annars fer til spillis.
Um SEV brúkti nakað av sínum fíggjaryvirskoti til at stuðla grøna orkuskiftinum við at veita skipum landstreym, so hevði tað eggjað kommununum at gera hesar íløgur.
Hetta hevði ført við sær, at SEV kundi selt meira av streymorkuni, sum SEV sambært Degi & Viku í kvøld, ikki fær selt. CO2 útlátið hevði eisini minkað, og tað hevði forðað fyri, at vit missa kundar til grønar havnir.
SEV kundi tildømis strikað dýra íbindingargjaldið til landstreym, sum kostar væl yvir milliónina fyri hvørja íbinding. Eitt nú skal Klaksvíkar kommuna hava minst fýra íbindingar. Mistu inntøkurnar av íbindingargjaldinum hevði SEV so vunnið innaftur í sølu av streymi til skipini.
Skipini tørva landsstreym
Skipini hava alla orsøk til at keypa landstreym, tí hetta sparir teimum slit og servisu á motornarnar, umframt at ljóðdálkingin verður fultkomiliga burtur.
Talan er um 31 milliónir, ið SEV rindar fyri streymorku, sum eingin keypir. Skipini við føroyskar bryggjukantar kundu verið stórir kundar hjá SEV.
Sum forkvinna í Vinnu- og havnanevndini í Klaksvíkar kommunu, heiti eg á SEV um at umhugsa hesa loysn og soleiðis seta enn størri ferð á grøna orkuskiftið. Við hesum fáa vit burðardyggari streymnýtslu, burðardyggari umhvørvi og Føroyar gerst tryggari í kappingini við útlendskar havnir.
Sylvia Thomsen, býráðslimur í Klaksvíkar kommunu fyri Sjálvstýri