Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd | Mynd: Oliver Joensen

Stórsigur til Stjørnuna í móti VB

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  18.01.2025 - 17:27 Ítrottur Tíðindi

Tað var klassamunur á liðunum, tá kvinnuarnar hjá Stjørnuni í dag á heimavølli tóku ímóti VB. Stjørnan legði hart út, og tók leiðsluna frá byrjan av. VB royndi at fylgja við fyrstu løtuna. Hóast Tóra Eliasen hjá Stjørnuni sat uttanfyri vegna skaða, so hevði Stjørnan fleiri streigir at spæla uppá enn mótstøðuliðið. Hálvleiksstøðan var 17-11 til Stjørnuna.

Stjørnan økti støðum um leiðsluna, sum seinni hálvleikur leið, serliga var tað verjuparturin, sum riggaði væl. Tað skuldi ganga 12 minuttir, áðrenn VB fekk sítt fyrsta mál í seinna hálvleiki, og tá støðan 25-12 til Stjørnuni, og dysturin var í verunleikanum avgjørdur. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 33-18 sigur til Stjørnuna.

Við sigrinum hevur Stjørnan fyribils toga seg uppá fimta pláss, við sama stigtali sum StÍF, men StÍF leikar seinni kvøld ímóti EB.

Tað hevur gingið betur hjá Stjørnuni seinastu dystirnar, og var dysturin í dag triðji sigur uppí slag.

 

Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Iulia Nalviko 8, Joan Sørensen 6, Mina Sirdal Henriksen 5, Durita K. Ljósstein 4, Bergit Svarvadal 4, Hanna Brandal 3 og Jancy H. Poulsen 3

Lýsing
Seinastu tíðindini
Møtirøð um evnið útveljing – í Betesda k…
KÍ kvinnur­nar venja hart
Hoyr kannar títtleikan av tinnitus í Før…
Talvkapping á Eiði spreingir mørk
Stórsigur til Stjørnuna í móti VB
Myndarøð: KÍ-NSÍ spældu 1-1 í fyrsta ven…
Stuttleika kapping og hugni
Elmarknaðu­rin verður ikki ein samhaldsfø…
SEV: Sel óbrúkta streymin til skipini
KÍ fær vitjan av NSÍ
Stjørnan tekur ímót VB leygar­dagin
Stór seiðatorva innast á Vágni
Veðrið um vikuskiftið
Allar prostatas­kann­ingar verða nú gjørda…
Jesper Theilgaard á Torradøgunum
Filmur: Søgur úr fuglahúsinum
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin…
Ben Lamin til KÍ
Nógvur vindur í nátt og morgin ári
Royn Special Olympics ítrótt í Klaksvík