Lýsing
Lýsing
Lýsing

Talvkapping á Eiði spreingir mørk

SKRIVAÐ: faroechess.com  |  18.01.2025 - 18:35 Ítrottur Tíðindaskriv

Ongantíð eru so nógv komin saman at telva í Føroyum sum norðuri á Eiði hetta vikuskiftið.

 

Yvir hundrað telvarar - fleiri eru komnir úr útlondum - eru við í kappingini Janus Open, sum byrjaði í gjárkvøldið, og heldur fram í dag og í morgin.

Púra óvæntað er ovurstórur áhugi fyri hesari kappingini, sum er ein av fleiri í grand prix-røðini, sum Talvsamband Føroya hevur á skránni í vetur.

Í alt 103 telvarar eru við. Meginparturin føroyingar, men danir, íslendingar og spaniólar eru eisini við.

Kappingin ber heitið Janus Open. Á henda hátt vilja fyrireikarnir heiðra minnið um eiðismannin Janus í Løðuni, sum var eldsál í talvfelagnum Róki í Sundalagnum, men sum doyði í fjør, bara 46 ár. Hetta kann hava gjørt sítt til, at luttakaratalið er so stórt, tí fleiri enn tretivu hava einki ratingtal, og eru tí við á fyrsta sinni. Hesi eru flest øll úr lokalumhvørvinum.

 


Metluttøka


Tað er ikki komið fyri fyrr, at so nógv eru við í einstakari talvkapping í Føroyum. Metið higartil er frá 1987, tá Føroyar hýstu norðurlandameistarakappingini í Norðurlandahúsinum. Tá vóru í alt 101 telvarar við úr øllum norðurlondum. FM-metið er frá 2003. Tá vóru 95 telvarar við í FM-einstaklingakappingini í Læraraskúlahøllini í Havn.

Talan er tó um hvørt sítt slag av talvkappingum. Kappingarnar í 1987 og 2003 vóru vanligar standardkappingar. Tá var telvað í einar tíggju dagar í eitt koyr við fullari umhugsunartíð. Janus Open er ein vikuskiftiskapping eftir øðrvísi leisti.

Fyrstu trý umførini í gjárkvøldið vórðu telvað sum kviktalv. Í dag og í morgin hava telvarar ein tíma hvør til talvið umframt hálvan minutt til hvønn leikin. Tvey umfør eru í dag og onnur tvey sunnudagin. Kappingin er fyri telvarar, sum ikki hava hægri enn 2400 í styrkitali. Tað merkir, at okkara stórmeistari, Helgi Dam Ziska, fær ikki verið við.

Onnur sjáldsom regla er, at telvarar kunnu fáa hálvt stig tríggjar ferðir uttan at telva. Tað gevur telvarum eitt vist frælsi og andarhald frá kappingini.

Stóra luttøkan er kanska eisini dømi um, at telvarar nú á døgum eru meira fúsir at telva, tá alt gongur skjótt fyri seg, og tú ikki er so bundin, at tú ikki eisini fær gjørt okkurt annað, meðan telvað verður. 

 


Beinleiðis á netinum


Fjórða umfar byrjaði í morgun klokkan 10. Til ber at síggja fremstu tólv borðini beinleiðis á netinum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Tólv høvdu fult stigatal eftir fyrstu trý umførini í gjár. Meginparturin útlendingar, men eisini nakrir føroyingar. Ein er Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevur hægsta styrkitalið í kappingini.

Ein annar er hin ungi Petur Gardar Magnussen úr Havnar Telvingarfelag, sum í øðrum umfari vann á føroyameistaranum Luitjen Akselsson Apol.

Ein triði er fyrrverandi føroyameistarin Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag. 

Fimta umfar byrjar klokkan 14 í dag.
  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Møtirøð um evnið útveljing – í Betesda k…
KÍ kvinnur­nar venja hart
Hoyr kannar títtleikan av tinnitus í Før…
Talvkapping á Eiði spreingir mørk
Stórsigur til Stjørnuna í móti VB
Myndarøð: KÍ-NSÍ spældu 1-1 í fyrsta ven…
Stuttleika kapping og hugni
Elmarknaðu­rin verður ikki ein samhaldsfø…
SEV: Sel óbrúkta streymin til skipini
KÍ fær vitjan av NSÍ
Stjørnan tekur ímót VB leygar­dagin
Stór seiðatorva innast á Vágni
Veðrið um vikuskiftið
Allar prostatas­kann­ingar verða nú gjørda…
Jesper Theilgaard á Torradøgunum
Filmur: Søgur úr fuglahúsinum
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin…
Ben Lamin til KÍ
Nógvur vindur í nátt og morgin ári
Royn Special Olympics ítrótt í Klaksvík