Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tórsbáturin vann FM í fjør | Mynd: Jan Herman Hansen/RSF

Nýggjur Havnarbátur er mannaður

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.01.2025 - 17:09 Ítrottur Tíðindi

Søguligi ''báturin'' hjá Havnar Róðrarfelag verður við aftur í ár.

Havnarbáturin er mest vinnandi 10-mannafarið í Føroyum. Báturin, sum var bygdur í 2010, luttók seinast í 2023. Men FM-heitini liggja langt afturi, og nú hevur Klaksvíkingur við 11 FM bara tvey færri enn Havnarbáturin, sum seinast vann FM í 2008.

Nýggjur Havnarbátur verður bygdur til kappingarárið í ár og verður væntandi klárur til norðoyastevnu. Tað váttar Bjarti Mohr, formaður í Havnar Róðrarfelag. Hann sigur, at báturin er mannaður. M.a. eru seks mans frá Tórsbátinum, sum vann FM í fjør hjá 8-mannaførum, og hinir eru royndir rógvarar.

Sostatt er lagt upp til, at tað sannlíkt í øllum førum verða fýra 10-mannafør fara at kappast í summar. Klaksvíkingur, Norðingur, 10-mannafar hjá Eiðis Róðrarfelag og Havnarbáturin við fyrivarni av, at Norðingur og 10-mannafarið á Eiði ikki eru alment endaliga mannað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…