Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.01.2025 - 19:30 Tíðindi Veðrið

Veðrið í vikuni fer at vera eitt sindur blandað.

Lágtrýst koma og fara, okkurt fer at liggja nær Føroyum í fyrr helvt av vikuni. Í miðvikuni fer ein hátrýstryggur at leggja um okkara leiðir við lítlum vindi ella avfalli eina løtu. Tá ið vikuskiftið nærkast, fer eitt djúpt lágtrýst við nógvum vindi at nærkast Føroyum sunnaneftir, og tá tað er farið eysturum, fara vit at merkja kalda luft við vetrarligum ælaveðri.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagur:

Lot til frískt lot sunnan og av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin um dagin fer at liggja millum 5 og 9 stig; um náttina millum frostmarkið og 4 stig.


Týsdagur:

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum frálíður veksur hann upp í frískan vind upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Allan dagin skýggjað og ælaveður. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.


Mikudagur:

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Seinnapartin minkar hann niður í lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin úr einum stigi undir frostmarkinum upp í 4 stig.


Hósdagur:

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, seinnapartin lækkar hann í landsynning. Skýloftið skiftandi við ælaveðri, í støðum við vátakava. Hitin millum 2 og 7 stig.


Fríggjadagur:

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á fyrrapartin minkar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Seinnapartin gongur hann upp í landnyrðing og veksur vindin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Allan dagin skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin millum 1 og 6 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag
Skálafjarðar læknadømi