Lýsing
Lýsing
Lýsing

Granskingarverkætlan um barnakrabba í Føroyum

SKRIVAÐ: Krabbameinsfelagið  |  20.01.2025 - 11:24 Tíðindi

Nú fer ein nýggj verkætlan av bakkastokki um barnakrabba í Føroyum. Endamálið við hesi verkætlan er at kanna, um ílegur eru partur av orsøkini til, at summi føroysk børn fáa krabbamein.


 
Øll tey, sum sambært Krabbameinsskránni, hava ella hava havt barnakrabba, fáa innbjóðing at luttaka í hesi verkætlan. Foreldur teirra verða samstundis boðin at luttaka.

Hóast granskað hevur verið í barnakrabba í nógv ár, vita vit enn sera lítið um, hví summi eru í øktum vanda fyri hesum. Hóast tað ikki sær út til, at genetikkur er ein sterk orsøk til barnakrabba, benda úrslit frá umfatandi ílegukanningum á, at meira enn 10% av øllum tilburðum av barnakrabba á einhvønn hátt eru grundað í hesum.

Føroyar eru genetiskt serstakar, tí vit sum fólk stava frá nøkrum fáum forfedrum, og hava verið lutfalsliga avbyrgd frá umheiminum í rúma tíð. Hetta gevur okkum í Føroyum serstakar møguleikar, tá leitast skal eftir ílegum, ið kunnu elva til barnakrabba.

Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, granskarar, hava tikið stig til verkætlanina, sum er eitt samstarv millum Deildina fyri Børn og Ung Somatik  á Landssjúkrahúsinum, Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum, Fróðskaparsetrið, Heilsustýrið og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum.

Rebekka Blak, lækni, kemur at standa fyri dagliga virkseminum í samstarvi við Absalon Eysturoy, barnalækna, sum er kliniskur ábyrgdari í verkætlanini. Marnar Fríðheim Kristiansen, PhD, hevur ein ráðgevandi leiklut. 

Verkætlanin er fíggjað av Team Rynkeby Føroyar, Krabbameinsfelagnum, Betri Stuðulsgrunni, Børnecancerfonden og Kræftens Bekæmpelse.

Um onkur, sum hevur havt barnakrabba, ikki hevur fingið innbjóðing til verkætlanina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum fyri kunning og støðutakan, um tit ynskja at luttaka.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
48 tímar filmskappingin 2025 – Ein Sann…
Nevndin fyri Mentan­argrunn Landsins vald…
Ráðgevara­sáttmáli undirskrivaður við Hen…
Dansitíð
Granskingarverkætlan um barna­krabba í Fø…
Kjarnorka kann bjarga Europa bæði so og…
Veðrið í dag handan hav
Tøkk - Gudny Marita Samson
Sparing á knappar 200 milliónir krónu…
Dani vann Janus Open
Opið bræv til lands­týriskvinnuna í Alman…
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Veðrið í vikuni
Nýggjur Havnarbátur er mannaður
Íslendingur á odda á Eiði
Møtirøð um evnið útveljing – í Betesda k…
KÍ kvinnur­nar venja hart
Hoyr kannar títtleikan av tinnitus í Før…
Talvkapping á Eiði spreingir mørk
Stórsigur til Stjørnuna í móti VB