Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eirikur: Eg eri sannførdur um, at allar tær lógirnar blivu betri enn uppskotini, sum fóru til hoyringar og at avbjóðingar eru loystar. | Mynd: Dávur Winther

Vit koma til skilagóðar loysnir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.01.2025 - 20:54 Politikkur Tíðindi Vinna

Nú fer ein víðari viðgerð fram við teimum hoyringsskrivum, sum eru komin, sigur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingslimur fyri Tjóðveldi, tá vit biðja hann um viðmerkingar til fráboðanina hjá Hanus Hansen, stjóra í JFK fyrr í dag um ætlaðu broytingarnar í sjófeingislógini hjá landsstýrinum

 

Tá eitt uppskot er farið í hoyring, so fer ein víðari viðgerð fram. Tað er tí mann hevur eina hoyring, staðfestur Eirikur. 

Eg hugsi eisini onkuntíð at mál í fyrstu miðlaviðgerðini av teimum eru merkt av, at nógvar millumrokningar blíva burtur. Í hesari setuni hava vit millum annað sæð tað í samband við veiðugjøldini hjá fiskivinnuni, ferðavinnulógina, næmingatali í skúlaflokkum og í samansetingini av tøkugjøldum hjá alivinnuni, sigur Eirikur. 

Eg eri sannførdur um, at allar tær lógirnar blivu betri enn uppskotini, sum fóru til hoyringar og at avbjóðingar eru loystar, sum aðrar samgongur ikki hava hættað sær í gongd við, sigur Eirikur. 

Til dømis er ætlanin við at hækka tøkugjøldini fyri brúk av firðum framd, so mann í størri mun kann fíggja okkara vælferðarsamfelag, samstundis sum mann tryggjaði, at skipanin ikki skapti óneyðugar vansar fyri víðarivirking á landi, sigur Eirikur. 

Tí haldi eg, at tíðin nú er til at viðgera uppskotið sakliga saman við teimum hoyringsskrivum, sum eru komin, og so vænti eg, at vit eisini í hesum málinum koma til skilagóðar loysnir, sigur Eirikur við Norðlýsið at enda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…