Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta kann gera stóran skaða

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.01.2025 - 22:44 Politikkur Tíðindi Vinna

Soleiðis sigur Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, tá vit spyrja hann, hvørjar avleiðingar uppskotið hjá landsstýrinum um broytingar í sjófeingislógini kann fáa

 

Víðari sigur hann við Norðlýsið, at hann undrar seg á trongdina hjá hesi samgongu at gera seg inná okkara høvuðsvinnu. 

Vit sóu tað seinast hesir flokkarnir sótu við valdið, hvat fyri avleiðing teirra politikkur hevur fyri okkara fiskivinnu. Hesa ferð hava vit so sæð, hvussu man hevur hækkað tilfeingisgjøldini, hóast kvoturnar minka, og man eisini hevur lagt tilfeingisgjald á heimaflotan. Hetta uppskotið er enn eitt álop á fiskivinnuna, sigur Beinir. 

Eisini heldur formaður Fólkafloksins, at tað er løgið, hvussu høvuðsvinnur okkara vera so ymiskt viðfarnar. 

Í einari frágreiðing um alivinnuna, ið Høgni Hoydal legði fyri tingið áðrenn jól, so tosaði man, hvussu skipanin hjá alivinnuni, uttan anti-trust reglur riggaði. Í frágreiðingini stendur: “Skipanin loyvir á hendan hátt vøkstri í alivinnuni og eggjar til størri effektivitet samstundis sum fyrilit verðurhavt fyri fiskasjúkum og umhvørvi”, sigur Beinir. 

Nú vil ein annar landsstýrismaður fyri sama flokk sundurpetta fiskivinnuna. Skapar tað møguleikar fyri vøkstri? Eggjar tað til størri effektivitet? Noy, slær Beinir fast. 

Fiskivinnan má hava líknandi karmar, so hon kann vera kappingarfør um allan heim. Eisini hevur alivinnan 12 ára loyvir, meðan man í fiskivinnuni ikki vil leingja verandi loyvir. Man hevur hug at undrast á, at hesir landsstýrismenn eru í sama flokki. Vónandi kann fiskimálaráðharrin hyggja meir at kørmunum, ið alivinnan virkar undir, um hann ætlar at gera broytingar, sigur Beinir. 

Til síðst mælir Beinir Johannesen til, at vinnan fær frið at virka. 

Vónandi fáa samgongutingfólk steðga uppskotinum, áðrenn tað kemur í tingið. Vit hava sæð, síðan verandi lóg bleiv samtykt, at vinnan hevur havt bjargskygni. Nógvir nýbygningar eru komnir, og onkrir eru ávegis. Lógin er fín sum er. Heldur enn at kollvelta karmarnir hjá vinnuni og seta arbeiðspláss í vanda, lat heldur vinnuna fáa frið at vaksa, sigur Beinir Johannesen at enda við Norðlýsið. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskur fast pláss á matskránni undir Hot…
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Dystar­veðrið NSÍ – KÍ
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…