Byggisamtyktin fyri A4 og D39 broytt og góðkend
Vísandi til grein 7 í Býarskipanarlógini*, sendi Klaksvíkar kommuna tann 5. aug. 2024 Umhvørvismálaráðnum uppskot til byggisamtyktarbroyting millum økispart A4 og D39 í almennu byggisamtyktini til góðkenningar.
Uppskotið til broytingina snýr seg um, eina regulering millum A4 (Blandað íbúðar- og vinnuendamál) og D39 (Grønt øki) í samband við sølu, ger av lendisgøtu og vegagerð.
Uppskotið lá frammi til viðmerkingar frá 14. juni til 5. juli 2024. Kærutíðin var úti 26. juli 2024.
Tá freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin, hevði kommunan einki mótmæli ella viðmerking fingið.
Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til viðgerðar, og hevur nevndin viðmælt ætlaðu broyting. Umhvørvismálaráðið hevur somuleiðis viðgjørt málið, og tekur undir við viðmælinum frá Býarskipanarnevndini og hevur við heimild í grein 4 í Býarskipanarlógini, góðkent broytingina av økisparti A4 og D39 í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu.
Byggisamtyktin sæst her: Galdandi byggisamtykt - Klaksvíkar kommuna
Økisblað A4 er at síggja í skjal Vinnuøki B1-B27 s.7.
Økisblað D39 er at síggja í skjal Grøn økir og frí øki D1-D41 s. 40