Lýsing
Lýsing
Lýsing
Leiðslan í Felagnum Nótaskip. Frá vinstru Páll Holm Johannesen stjóri, Kristian Martin Rasmussen, Bogi Jacobsen og Annfinn Olsen nevndarlimir | Mynd: Felagið Nótaskip

Felagið Nótaskip tekur ikki undir við Dennisi Holm

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.01.2025 - 13:35 Politikkur Tíðindi Vinna

Tað, at eitt høvuðsendamál við lógaruppskotinum hjá Dennisi Holm er at avmarka rásarúmið hjá størru reiðaríunum, er ein av orsøkunum til, at Felagið Nótaskip frámælir at samtykkja uppskotið. Felagið Nótaskip umboðar Varðan, Christian í Grótinum og Framherja. Eisini mælir felagið frá at hava nógv fleiri aktørar enn í dag, nú kvoturnar eru í minking, samstundis sum veiðigjøldini hækka.

 

Páll Holm Johannesen, stjóri í felagnum Nótaskip, førir í samrøðu við Kringvarpið fram, at tey síðstu 10 árini eru komin nógv fleiri skip í flotan, meðan kvoturnar vóru høgar, men at tær nú lækka munandi. Eisini fara fráboðaðu hækkingarnar av veiðigjøldunum at gera, at tað ikki er skilagott at sundurpetta verandi virksemi hjá núverandi aktørunum fyri at geva øðrum. Stjórin í felagnum Nótaskip sigur eisini, at har longu eru fleiri nýggir aktørar og nýggj skip í vinnuni.

Felagið Nótaskip undrast eisini – eins og onnur – á, at so stórur munur skal gerast á teimum føroysku vinnugreinunum. Sum dømi nevnir hann, at samgongan onki ger fyri býta virksemið í bankageiranum, tryggingargeiranum ella aligeiranum í smærri eindir fyri at loyva fleiri aktørum inn í tær vinnurnar, og at tað er undarligt, at fiskivinnan skal vera vald út til at hava fleiri smáar aktørar heldur enn færri sterkar aktørar.

Eisini sigur Páll Holm Johannesen, at tá ið kvoturnar blíva hægri enn ávís mørk, so fellur tað, sum er omanfyri, sambært uppskotinum hjá Dennisi Holm bara teimum smáu aktørunum í lut. Núverandi aktørarnir standa hinvegin til at missa munandi, og tað heldur felagið Nótaskip ikki vera í lagi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…