Lýsing
Lýsing
Lýsing

Búnaðarstevnan í Varpinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.01.2025 - 23:28 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Leygardagin tann 15. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað 10. ferð, og verður hon í Varpinum í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnaðarøki í Føroyum.

 

Búnaðarstevnan er aktiv fyri bæði tey, sum hava framløgur og fyri luttakarar. Tú kanst seta spurningar og so hevur tú eisini ein góðan møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.

Búnaðarstevnan er rímuliga væl vitjað og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara, tí luttøkuplássið er avmarkað.

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað, har øll við áhuga fyri landbúnaðarviðurskiftum í Føroyum kunnu hittast og samskifta um ymisk viðkomandi mál,

Búnaðarstevnan hevur eina heimasíðu, har skrá, tilfar og tilmelding annars kann finnast:

www.bunadarstevna.fo

og

https://www.atgongumerki.fo/2452497/bunadarstevnan-2025

 

Skráin fyri dagin er hendan:

10:00:              Skráseting

10:30:               Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna

10:40:               Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í landbúnaðarmálum

                         - Nýggjur landbúnaðarpolitikkur
                         
11:10                Búnaðarstovan

11:40                Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur

                         - Búskapur og Landbúnaður
                         

12:00                Miðmálið
 
13:00                Polycrub - Maree Hay, Managing director (Shetland/GBR)

                         - Polycrub konsepti byrjaði sum ein samfelags verkætlan í 2008, í samstarv við Northmavine Community                             Development Company ið stuðlar fíggjarligum, sosialum og mentanarligum átøkum. Aðalendamálið hjá                             hesum lítla lokalsamfelagnum í Shetlandi, var og er at lækka ”food miles” og at framleiða fleiri vørur                                   lokalt.
                        

13:20                Nora (Ederfugle og beite) - Thomas Holm Carlsen (NO)

                         - Den unike tradisjonen med ærfugldun – muligheter for Færøyene?

                           Biologisk mangfold i beitemarker på Færøyene
 

                                  

13:50                Tony Weyhe (MBM)

                         - Tony er nýggjur stjóri á MBM og kemur at greiða frá um verandi og framtíðar virksemið hjá MBM.
 

        

14:10                Maud & Bárður Østerø, Trøllanesi

                         - Bóndahjúnini hava í fleiri ár lagt seg eftir at menna ymiskar spennandi og nýggjar vørur á garðinum,                                 umframt at tey eru sera aktiv á føroyska marknaðinum.
 

 

14:30                Varmakeldugarðurin, Janus og Bára Joensen

                         - Garðurin hevur nú nýggjar og munandi betri umstøður, har denturin nú verður lagdur á, at menna                                     virksemið innan ymiskar greinar, ið stuðla uppundir menningina.
 
 

14:50                Búnaðargrunnurin - Egon Joensen, stjóri

                         - Aðalendamálið hjá Búnaðargrunninum er at menna føroyska landbúnaðin.
 

 

15:10                Framløgur liðnar – kaffi vm.


 
16:00:               Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.
 
                         Evni er: Nýggur landbúnaðar politikkur fyri Føroyar.

                         Í Panelinum eru allir politiskir flokkar á Tingi umboðaðir.

                         Fundarstjóri og orðstýrari:      Beinta Løwe
 

 
18:00                Liðugt

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…